NASA vil eftir øllum at døma prógva, at tey kunnu gera kul telduspøl sum inspirera børn. Hetta "Moonbase Alpha fer at taka umleið 20 minuttir at spæla, og fer at handla um astronautar á mánanum, sum koma í neyð tá ið kritisku skipanirnar svíkja. Les popsci.com
telduspæl
Telduspæl verjur móti elli
Gransking bendir á at telduspæl betrar um refleks, minni og tankavirksemi hjá eldri fólki. Hartil kunnu spøl ið krevja rørslur av fjarstýrarunum, sum til dømis Wii bowling, vaksa um pulsin við umleið 40%, uttan at tað følist strævið. Les news.yahoo.com
Top 10 ókeypis Tycoon spøl á netinum
Ja, tað finnast veruliga minst 10, har tú kanst spæla havnameistari, Formel 1 stjóri, biografánari ella til dømis akvariufiska-alari. Les makeuseof.com
So er beta-útgávan av QuakeLive (næstan) klár
Frá í morgin verður møguligt hjá øllum (við rímiliga teldu vælsagtans) at spæla betaútgávuna av QuakeLive, uttan at skula installera ella nakað. Tað koyrir bara í kaganum :-)
Børn hava gott av at spæla telduspøl, sigur ES
Ein nýggj kanning fyri ES-parlamentið staðfestir, at einki samband er millum telduspæl og harðligan atburð. Hinvegin hava børn beinleiðis gott av at spæla telduspæl, til at læra at hugsa strategiskt, skapa, samstarva og finna uppá. Les newz.dk
"Yo Frankie!" er ókeypis open-source 3D plattform-spæl
Telduspæl frá Blender Foundation, sum hava givið okkum animatiónsforritið Blender, og teknifilmar sum Elephant's Dream og Big Buck Bunny. Og sambært ummælinum her á makeuseof.com er tað tó heilt ókey.
Archlord, eitt flott MMORPG telduspæl sum kostar... einki
Telduspælið Archlord hjá m.ø. Codemasters kostaði inntil 18. august pengar, men er nú ókeypis. The London Symphonic Orchestra hevur spælt tónleikin inn, og alt møguligt. Les makeuseof.com
Telduspælið Spore um at vera klárt at koyra á marknaðin
Slóðbrótandi telduspælið Spore, har tú skapar títt egna kim til lív, og so fylgir tí upp gjøgnum evolutiónina, er nú so mikið klárt, at tað fer at koma á marknaðin í hesi viku. Les theinquirer.net
Eitt fitt lítið bogaskjótispæl
So leingi sum tú ikki rakar mannin :-) Les officegamespot.com
Nýggjar viðmerkingar
3 vikur 15 tímar síðani
18 vikur 2 dagar síðani
23 vikur 11 tímar síðani
26 vikur 17 tímar síðani
31 vikur 3 dagar síðani
32 vikur 18 tímar síðani
32 vikur 6 dagar síðani
32 vikur 6 dagar síðani
34 vikur 1 dagur síðani
34 vikur 2 dagar síðani