telduspøl

Børn sum spæla telduspøl eru meira kreativ

Granskarar á Michigan State University meta seg hava staðfest, at dreingir og gentur sum spæla telduspøl eru meira kreativ, líka mikið um spælið er harðligt ella ei. Dreingir spæla meira og harðligari spøl enn gentur; men líka mikið kyn, rasu ella slag av spæli, so tyktist tað at vera einans telduspøl sum høvdu samanhang við størri kreativitet. Les EurekAlert, via Geekosystem.

Child Playing Video Games (Animal Crossing)

(Picture courtesy of Stephanie Brown, cc by 2.0)

Óhugnaligastu telduspøl nakrantíð

Telegraph.co.uk hevur gjørt hendan listan, har tey í sambandi við Halloween gjøgnumganga tey 15 telduspølini sum lesarar hava valt at vera tey óhugnaligastu yvirhøvur.

Tannáringar verða ikki asosialir av at spæla telduspøl

Tveir triðingar av tannáringum spæla spølini saman við øðrum, annaðhvørt 'á netinum' ella fysiskt saman, og brúka ikki minni tíð til veruligt samband við aðrar tannáringar, enn tey sum ikki spæla telduspøl. Hartil velur ein stórur partur at spæla spøl sum viðgera moral, samfelag og onnur sosial viðurskifti. Les videnskab.dk

Telduspøl læra børn at vera aggressiv

Líka nógv sosialt sum fysiskt, og foreldur eiga tí ikki at lata børnini spæla spøl sum ikki eru ætlað teirra aldursbólk, ella meira enn 1 tíma um dagin. Les ing.dk

Fimm klassisk telduspøl givin út til lógliga niðurtøku, seinastu 24 tímarnar

Talan er um "Far Cry", "Prince of Persia: Sands of Times", "Rayman: Raving Rabbids", "Ghost Recon" og "Command & Conquer". Leinki til niðurtøkurnar síggjast í fyrstu viðmerking her. Les digg.com