telefoni

Í framtíðini løðir tú fartelefonina við at tosa í hana

Tað er í øllum førum ætlanin hjá einum toymi av granskarum í Texas, sum fáa streym burtur úr piezoeletriskum tilfari, tá ið hetta er undir onkrum slag av mekaniskum stress. Sum t.d. - einaferð - um tú tosar ímóti tí. Les networkworld.com

'Smartar' telefonir eru ein størri trygdarhóttan enn farteldur

Høvuðsorsøkirnar eru at fólk eru ov dovin til at fáa sær loyniorð á telefonini, og at tráðleysa netið sum telefonirnar brúka ofta er alt ov opið. Les computerworld.com

Nýggj stór kanning staðfestir at fartelefonstráling IKKI er skaðilig

Ella sum tey siga: "Vi har ikke fundet noget, som gør, at vi skal ringe til Sundhedsstyrelsen". Les computerworld.dk

Helvtin av heiminum hevur fartelefon

Talið av fartelefon brúkarum fór upp um 3,3 milliardir við ársenda 2007. Størsti vøksturin var í Afrika. Les news.com.au

Fartelefoni um kvøldið órógvar svøvnin

So siga granskarar á Karolinska í Svøríki. Fólk sum vórðu útsett fyri fartelefon-strálur áðrenn tey løgdu seg, svóvu verri enn tey sum fingu 'falskar' strálur. Les newz.dk

Kroppshiti kann løða tína fartelefon

Ein dag fer tað at vera gjørligt at løða fartelefon ella iPod bara við at hava lutin nær at kroppinum. Les tgdaily.com

Brúka Skype uttan teldu

Ingeniører rósar her telefonini DUALphone 3088, sum ger tað gjørligt at brúka Skype beinleiðis, uttan at krevja teldu sum millumlið. Les ing.dk

So kom hon endiliga, Gphone'in

Google lanserar í dag sína 'Gphone', sum vísir seg ikki at vera ein fartelefon, men ein stýriskipan til fartelefonir kallað 'Android'. Les engadget.com

Nýtslan av fastnetstelefonum minkar skjótt í DK

Tøl hjá IT- og Telestyrelsen vísa at talið av fastnets-sambondum er minkað við 28% seinastu 10 árini. Les epn.dk

Er telefonin hjá tær vandamikil ?

Løgið sum rættiliga líkar telefonir frá sama framleiðara (Nokia, Sony Ericsson) kunnu vera hips um happ góðar ella ringar, tá ið tað kemur til stráling og innihald av umhvørvisskaðiligum evnum. Les eb.dk