Tað er illgruni um at sjálvmorðsbumbumaðurin hevði bumbuna inni í sær, tá ið ein saudiarabiskur prinsur herfyri var fyri eini atsókn. Vanligar trygdarkanningar á flogvøllinum síggja ikki slíkt, og tí er vandi fyri at trygdin skal herðast enn meira, og taka enn longri tíð, um vit ferðafólkini skulu kannast fyri hendan vandan eisini. Les jp.dk
terror
"Water boarding" er torturur, sigur ein sum hevur roynt tað
Áhugaverd grein og video av hendingini. Any time is a long time when you’re breathing water.” I could have hugged him for saying so, and just then I was hit with a ghastly sense of the sadomasochistic dimension that underlies the relationship between the torturer and the tortured.
10 daga treytað fongsul fyri at skemta um bumbu í Kastrup
Ein 24 ára gomul kvinna er dømd 10 daga treytað fongsul fyri at siga "de har fundet min bombe" við síni vinfólk, meðan tey gingu gjøgnum metal-detektorin í Kastrup Lufthavn. Les jp.dk
Danmark í topp trý yvir heimsins terrormál
Bara Ísrael og USA eru í størri vanda fyri terrorismu, heldur ísraelski terrorserfrøðingurin Barry Rubin. Les eb.dk
USA vil brúka yvirvøkukamera til at peika út terroristar
Okkurt serligt forrit sum kann avlesa andlit, til at staðfesta um tú ert ein møguligur terroristur. Ætlanin er at brúka slíkt har fólk koma inn í USA. Les ing.dk
Skrivar tú sum ein terroristur?
'Dark Web' verkætlanin hjá University of Arizona fær fíggjarligan stuðul frá amerikansku stjórnini, til at kunna avlúra nær bloggarar og viðmerkjarar á netinum verða nóg radikalir til at kunna kallast terroristar. Les wired.com
Einki problem at umganga nýggja danska terrorpakkan
Danir innføra nú ein 'terror-pakka', sum krevur at televeitarar og onnur skráseta alt telesamskifti, altso bæði dáta og samrøður. Men danskir KT-verkfrøðingar meta at tað tó so er einki fyri at umganga at verða skrásettur. Les ing.dk
Lasarakanónir á (civil) amerikansk flogfør
Amerikanarar umhugsa at útgera øll amerikansk flogfør við lasarakanónum, til at skjóta niður møgulig rakettálop. Útgerðin er testað og riggar, men fer at kosta einar 6 milliónir krónur fyri hvørt flogfar umframt einar 2.200 krónur í viðlíkahald fyri hvørja flogferð. Les ing.dk
Pat sigur at Gud sigur at okkurt massamorð verður í USA í 2007
Evangeliski Pat Robertson sigur at Gud hevur sagt við seg, at terroristar fara at fremja eitt massamorð onkunstaðni í USA í 2007. "The Lord didn't say nuclear. But I do believe it will be something like that." Les cnn.com
Nýggjar viðmerkingar
13 vikur 20 tímar síðani
17 vikur 5 dagar síðani
20 vikur 6 dagar síðani
26 vikur 1 dagur síðani
26 vikur 6 dagar síðani
27 vikur 4 dagar síðani
27 vikur 4 dagar síðani
28 vikur 6 dagar síðani
29 vikur 15 tímar síðani
33 vikur 9 tímar síðani