tjóvarí

Tjóvar brúka upplýsingar frá sínum Facebook 'vinum' til at taka lán í teirra navni

Tað verður mett at 1 út av 3 Facebook profilum eru falskir, og sambært fpn.dk verða nógvir av hesum brúktir til at finna dáta um sínar 'friends', til til dømis at taka upp lán í teirra navni.

Baltiskt harkalið stolið 2,6 mio úr donskum netbankum

Teir nýta 'phishing',har ein teldupostur við eini exe-fílu gevur teimum atgongd til telduna og tann veg netbankakontoina hjá brúkarum av donskum netbankum. Seinasta ár fingu teir 1,6 milliónir krónur, og til nú í ár hava teir stolið 1 milliónir krónur afturat. Løgreglan sigur seg vita at talan er um eitt harkalið onkunstaðni í baltisku londunum. Les computerworld.dk

Ansa eftir naknum, kvinnuligum tjóvum í Moskva

Um tú ert í Moskva, og vakrar kvinnur knappliga byrja at lata seg úr við áarbakkan og fara útí at spæla við vatnið og hvørja aðra, so (royn og) ansa eftir hvat hendir við bilinum hjá tær aftanfyri, samstundis :-) Les funreports.com

Stjal 600.000 krónur frá teimum HIV-positivu

Kassameistarin í svenska felagnum fyri HIV-positiv kláraði uppá trý ár at stjala 614.000 úr kassanum, áðrenn tey uppdagaðu hann. Les eb.dk

Hjálp hesum manni at eyðmerkja tjóvin sum hann fangaði á webcam

Meðan tjóvurin rótaði runt í skuffunum har heima, sá maðurin tað gjøgnum webcam, filmaði tað og legði brotið á YouTube. Sikkurt nakað vit koma at síggja nógv av í framtíðini. Les digg.com