tólmenni

Amerikansku 'Marines' vilja hava robottar at kasta

Amerikansku 'Marines' vilja hava harðfør tólmenni ið bara viga eini 5 kg, at kunna kasta inn í vandamikil øki, at heinta upplýsingar. Hetta er nakað sum teir faktiskt hava roynt fyrr, við fjarstýrdu Dragon Runner robottunum. Les networkworld.com

Dragon Runner

(Dragon Runner, image courtesy of Wikipedia)

Snilt: Robotturin etur flugur til at fáa streym

Granskarar hava mennt maskinur sum kunnu fáa streym burtur úr at upploysa flugu og mýs, til til dømis at fáa eitt ur at ganga, ella bara fáa maskinuna at eta fleiri flugur og mýs. Les newscientist.com

Robottur fann veg gjøgnum München bara við hjálp av fólki

Tað ljóðar kanska eitt sindur øvut, men týskir granskarar hava altso mennt ein robott sum kundi finna veg ígjøgnum München, uttan at skula nýta GPS ella nakað sovorði, men bara við at spyrja fólk um veg. Les videnskab.dk

Robottar sum duga at spæla violin

Robottar hjá Toyota duga millum annað at spæla violin.

Robott herurin hjá amerikumonnum

Eini 6000 tólmenni eru longu í nýtslu í Irak og Afganistan, og talið veksur. Summi av teimum bera enntá vápn. Les popularmechanics.com

Éin robottur burtur úr eini rúgvu av smáum

Granskarar brúka magnetismu til at fáa robottar at hefta seg saman til størri skepilsi. Les newz.dk

Japanskir bóndur fáa robott-kreftir

Japanski landbúnaður fær ikki so væl brúkt vanligar landbúnaðarmaskinur, av tí at landslagið er so skiftandi, og ætlanin er tí at geva bóndunum eyka kreftir við hjálp av serligum tólmennisdraktum. Les ing.dk

Robottar sum lúgva

Granskarar í Sveits hava mennt nakrar robottar sum duga at lúgva yvir fyri hvørjum øðrum. Giti at teir (granskararnir) høvdu ikki betri at gera. Les gizmodo.com

Heimsins fyrstu soldátara-robottar nýttir í Irak

Amerikanarar hava sambært herovastanum Terry Griffin 'longu skotið nógv' við Swords-robottunum, sum eru fjarstýrdar maskinur við M247-maskinbyrstum áfestar. Kunnu raka eitt 25 oyra frá 2.000 metra frástøðu. Les ing.dk