tour de france

Allar OL dopingtestir skulu nú kannast av nýggjum

Ein nýggjur háttur at testa fyri EPO-evnið 'Cera' hevur longu fangað tveir súkklarar afturat frá Tour de France í ár, og IOC fer tí at kanna allar prøvar frá OL av nýggjum. Les eb.dk

Rasmussen verður ikki dopingákærdur

'Dynepo' varð staðfest í dopingroyndunum hjá danska súkklaranum Michael Rasmussen í Tour de France 2007; men av tí at evnið ikki enn stendur á dopinglistanum, so hendir nokk ikki meira. Les jp.dk

L'Equipe: Michael Rasmussen brúkti EPO á Tourinum

Rannsóknarstovan Châtenay-Malabry fann Dynepo í blóðroyndunum hjá Michael Rasmussen, sum tó er eitt so nýtt evni at tað ikki stendur á dopinglistanum, og súkklarin tí ikki kann takast fyri tað. Les jp.dk

Hvør vann Tour de France 2006 ?

Ein vika áðrenn Tour de France byrjar hevur man enn ikki funnið vinnarin fyri Tour'in í 2006. Eitt er vist, Landis sum hevði tað gulu troyggjuna í París í fjørð sleppur ikki at lutaka í ár. Les tv2.dk

Tour 'arnir meldaðir til ES, av UCI

Súkklingin tykist veruliga at vilja avlíva seg sjálva, nú altjóða súkklusambandið UCI meldar teir tríggjar størstu tour'arnar - Tour de France, Giro d'Italia og Vuelta à España - til ES fyri ólógligt kartellvirksemi. Hetta tí at tour'arnir sjálvir vilja avgera hvørjir súkklarar luttaka, m.a. fyri at kunna útiloka tey sum eru mistonkt fyri doping. Les eb.dk

Basso skal súkkla fyri Team Discovery

Italski Ivan Basso skal næsta ár koyra á fyrrverandi súkkluliðinum hjá Lance Armstrong, Team Discovery. Basso varð annars koyrdur av Team CSC hjá Bjarna Riis í summar, og tikin úr Tour de France, av tí at hann (Basso) varð settur í samband við spanska dopinglæknan Eufemiano Fuentes. Les jp.dk