uppvøkstur

Øll yvir 25 burdu verið deyð

Stuttligt 'rant' á Ingeniøren, um hvussu øll yvir 25 burdu verið deyð, av at sova í blýmálaðum sengrum, súkkla uttan hjálm, koyra uttan trygdarbelti, spæla úti og yvirhøvur tvassa runt uttan fartelefon. Les ing.dk

Danskur frítíðarskúli forbjóðar knív í Counter-Strike

Á Sabro frítíðarskúla nær Århus sleppa børn í 4. flokki og eldri at spæla skjótispælið Counter-Strike upp til 2 tímar um vikuna... men tey mugu ikki brúka knív. Knívur er eftir øllum at døma verri enn byrsur, hondgranatir, flammukastarar, ... Les newz.dk

Steðgaðu vøkstri hjá brekaðum barni

Etiskt rok í USA, eftir at læknar steðgaðu vøkstrinum á eini 6 ára gamlari brekaðari gentu, við at geva henni eina yvirdosis av hormonum. Orsøkin var at hon annars varð ov tung hjá foreldrunum at bera. Les eb.dk

Ísraelar noyða palestinsk børn at arbeiða fyri trælaløn í fongslum sínum

So fær man nokk ikki verið nógv verri 'harrafólk'. Ísrael noyðir sambært Prisoners Information Center fongslað børn at arbeiða 8 tímar um dagin, aftur fyri nakrar fáar sheklar. Tey fáa tvey máltíð um døgnið, og okkurt barn mátti arbeiða hóast tað fekk ilt av einum brotnum beini. Les imemc.org

Foreldrina hava ábyrgdina um børnini eru ov tjúkk

Foreldrini ávirka børnini við góðum og serliga vánaligum vanum, so sum at eta junkfood, roykja og drekka. Les mercola.com