vakstrarhúsárin

Hesar bakteriur kunnu gera koltvísúrni um til olju

Granskarar í Minnesota kunngera nú ein slóðbrótandi máta at gera vakstrarhúsgass um til brennievni, við fyrst at lata bakteriuna Synechoccus gera CO2 um til sukur, og síðani bakteriuna Shewanella gera sukrið um til feittsýrur. Les gizmag.com.

Ókeypis forrit hjálpir tær at spara streym á Windows telduni

Edison er forrit sum optimerar setingarnar á Windows-telduni, so at hon brúkar sum minst av streymi. Endamálið er at spara atmosferuna fyri tilsamans 3 milliónir tons CO2 um árið. Les ing.dk

Nýggir skermar brúka 0 watt í standby

Fujitsu-Siemens hevur mennt eitt slag av flatskermum sum ongan streym brúka, tá ið teir eru sløktir. Hetta kann spara fyritøkum umleið 60 kr pr streym um árið (vælsagtans í mun til teir sum brúka minst sum er). Les vnunet.com

Flatskermar skaða umhvørvið

Eitt evni kallað "nitrogentrifluorid" verður nevniliga brúkt til at framleiða skermarnar, sum er umleið 17.000 so vakstrarhúsárínandi sum CO2. Les fpn.dk

Eingin ísur á Norðpólinum í summar

Tað er nú at man skal finna sær seglbátin fram, um man ætlar at sigla til Norðpólin, tí fyri fyrstu ferð í søguni hjá mannaættini er eingin ísur millum okkum og pólin. Les independent.co.uk

Granskarar mennt bakteriu sum etur skrell og skítur olju

Ja orsaka ljóta málið, men tað er ca. hvat sum hendir. Vitandi at ráolja er bara nakrar fáar mýlubroytingar frá tí sum ger-bakteriur kasta frá sær, hava granskarar broytt eitt slag av bakterium til at kunna eta 'alt' sum inniheldur kolbrintur, og afturfyri geva okkum nakað sum kann brennast í bilunum. Tey vænta at oljuprísurin kann koma niður um 50 dollarar tunnuna, og processin er enntá CO2 negativ. Les timesonline.co.uk

Coca-Cola skiftir til C02 í sodavatns-automatunum

Fyrst var tað CFC (Freon) sum var skaðiligt, og nú vísir tað seg at eisini HFC skaðar ozon-lagið rættiliga nógv meira enn hvat CO2 ger. Les ecogeek.org

Globala upphitingin heldur steðg í 10 ár

Týskir granskarar halda at náttúrlig sveiggj í veðurlagnum fara at mótvirka globalu upphitingina næstu 10 árini, men ávara um at hetta tó ikki skal nýtast sum ein 'sovipúta'. Les ing.dk

NASA veðurfrøðingur sigur at oljufeløgini fjala at heimurin er í kreppu

Um rætt var, so skuldu vit í øllum førum hildið uppat at brúkt kolorkuverk; men trupulleikin er eftir øllum at døma, at oljufeløgini hava so stóra makt á politikkin runt um í heiminum. Les dailygalaxy.com

Soleiðis vil Maersk minka um sítt CO2-útlát

Betri skipaðar rutur, minni ballast, endurnýtsla av útstoytshitanum, betri motorar, kervi, skipadesign og mangt annað. Ætlanin er at minka um dálkingina við 5%. Les ing.dk