Bretsku Brad Jayakody slapp ikki at boarda eitt flogfar á Heathrow flogvøllinum, av tí at hann var í eini Transformers t-shirt. Mátti skifta til aðra áðrenn hann slapp umborð. Les bbc.co.uk
vápn
Varð skotin millum eyguni og yvirlivdi
'Far og keyp tær ein lottoseðil', segði sjeikurin tá ið hendan dama kundi ganga út úr skaðastovuni, eftir at hava fingið eitt skot við 44 kalipur vápni beint millum eyguni. Les msnbc.msn.com
Amerikansk stráluvápn fáa fíggindan at hoyra røddir
Tey kunnu senda orð beinleiðis inn í oyruni á fólki, skapa epileptisk anfall og alt møguligt annað, við sínum nýggju ikki-deyðiligu vápnum. Les ing.dk
Robott herurin hjá amerikumonnum
Eini 6000 tólmenni eru longu í nýtslu í Irak og Afganistan, og talið veksur. Summi av teimum bera enntá vápn. Les popularmechanics.com
Pentagon mennt 'flenni-kúlur'
New Scientist avdúkar at Pentagon fíggjaði menning av plastikk-kúlum við láturgassi í, sum bæði bitu fast og fingu offrið at bresta út úr at flenna. Les slashdot.org
10 mánaðar gamalur fekk vápnaloyvi í USA
Pápin sendi inn umsóknina, við tannleysari babymynd og eini undirskrift so frætt sum drongurin kundi krutla, eftir at abbin hevði givið barninum eina byrsu. Tvær ferðir varð umsóknin tó avvíst, ikki vegna lága aldurin, men tí at pápin t.d. hevði gloymt at krossa av at drongurin var amerikanskur statsborgari. Les bbc.co.uk
Mexico City bjóðar Xbox'ir afturfyri vápn
Løgreglan roynir at fækkað um vápn á gøtuni, við at bjóða eina teldu afturfyri 'tung' vápn sum t.d. maskinbyrsur, og pengar ella t.d. eina Xbox afturfyri 'lærrari' vápn. Les reuters.com
Fult við skotvápnum í Danmark
Síðani 2000 er talið av brotum á vápnalógina vaksið við 50 prosentum. Serliga er tað tann harði kriminaliteturin sum eigur skotvápn, men løgreglan finnur eisini nógv heima hjá vanligum fólki, t.d. ísv. deyðsbúgv. Men tá er tað nokk meira av fascinatión, enn tí tey eru neyðug. Ólógligu vápnini koma nógva staðni frá, men kanska serliga frá Balkan. Les jp.dk
Fleiri vápn merkja fleiri morð
Ein kanning hjá Harvard School of Public Health staðfestir, at fleiri morð henda í teimum amerikansku statum har fólk eiga lutfalsliga fleiri vápn. Les reuters.com
Amerikanskur býur krevur at tú eigur eitt skotvápn, og dugir at brúka tað
Ein lóg er í uppskoti í lítla býnum Cherry Tree, Pennsylvania, sum fer at krevja av sínum íbúgvarum, at hvørt hús eigur minst eitt skotvápn við tilhoyrandi lóðuri, og at íbúgvararnir duga at brúka tað. 'Húsaánarar hava rætt og ábyrgd at verja seg móti álop, heldur enn at ringja eftir løgregluni og bíða eftir hjálp'. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so hevur ein líknandi lóg verið í gildi í Kennesaw, GA, síðani 1982, sambært hesi leinki á digg:
http://digg.com/politics/Town_in_PA_To_Vote_On_REQUIREMENT_That_EVERY_Ho...
Les news.yahoo.com
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 9 tímar síðani
5 dagar 18 tímar síðani
2 vikur 3 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 6 tímar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 3 dagar síðani
9 vikur 1 dagur síðani