Tað kunngjørdi NASA í gjár, nú tey hava fingið kannað dátaini frá tá ið tey tann 9. oktober sendu eina sondu við ferð niður á Mánan. Myndin er av tá ið fylgisveinurin brast niður á Mánan. Les mashable.com

Image courtesy of NASA
alt møguligt og meira
Tað kunngjørdi NASA í gjár, nú tey hava fingið kannað dátaini frá tá ið tey tann 9. oktober sendu eina sondu við ferð niður á Mánan. Myndin er av tá ið fylgisveinurin brast niður á Mánan. Les mashable.com

Image courtesy of NASA
Visti tú at heitt vatn frystir skjótari enn kalt? Og at tú kanst køla vatn væl niður um frystipunktið uttan at tað frystir, men at tað knappliga kann frysta í einum (og við einum bresti)? Og at tað finnast 5 fasur av vatni? Les neatorama.com
Tey ætla sær at kanna um vatn er djúpt inni í mánanum, við at senda eina 2 tons tunga rakett inn í mánan við 9000 km/t, og so við einum fylgisveini kanna tey 1000 tonsini sum tey vænta verða sligin út í rúmdina av stoytinum. Les newz.dk
Punkt 1 er nokk ikki so viðkomandi í Føroyum: at spara uppá vatnið. Men har eru onnur áhugaverd dáta; sum til dømis at tú hevði spart 700 kg av vakstrarhús-gassum um árið, um tú lat bilin standa tveir dagar um vikuna. Les howstuffworks.com
Algur skulu vera bæði føði og kelda til oxygen, har hann skal búgva í einum forseglaðum kassa í 2 vikur. Hann fer eisini at hava el, við hjálp av eini kondisúkklu. Líknandi royndir hava verið gjørdar av vísindafólki hjá NASA í 90unum. Les treehugger.com
Ein radiostøð í Kalifornia gjørdi ein heldur stóran brølara, tá ið tey lovaðu eina Nintendo spælimaskinu til tann lurtara sum longst kundi lata verða við at pissa. Ein kvinna møtti nevniliga upp og kappaðist so dúgliga (um enn hon ikki vann), at hon seinni doyði av tí teir kalla 'vatn-eitran'... eitt slag av sjokk sum kroppurin fær, um man drekkur ov nógv vatn upp á ov stutta tíð. Les eb.dk
Tað skal ikki nógv til áðrenn man hevur funnið uppá okkurt genialt... um bara man kemur á tankan. Afrikanarar hava í øldir (altíð?) borið vatn á høvdinum, men nú hevur onkur uppfunnið ein máta at rulla tað í staðin. Les gizmag.com
NASA sigur seg hava funnið tekin um at vatn hevur flotið á Mars nýliga. Ella kanska flótandi CO2. Vatn er týðandi fyri um nakað slag av lív skal kunna vera (ella hevur verið) á Mars. Les bbc.co.uk
Fyritøkan Xogen sigur seg hava mennt eina maskinu sum kann splitta vatn í brint og oxygen 'on demand'. Tað vil siga at tað í prinsippinum kundi verið bara ein vatnbehaldari í bilinum, sum hendan maskina so eftir tørvi tók brint burtur úr, at føða sjálvan motorin við. Har er ein video, men eisini viðmerkingin at fólk eru skeptisk. Les techeblog.com
Fyritøkan Aqua Sciences hevur vunnið sær eina kontrakt við amerikanska herin, at trekkja vatn úr luftini t.d. í Irak. Teir vilja ikki siga nágreiniliga hvussu teir gera, men geva eitt hint um at tað minnir um hvussu saltið við Deyða Havið trekkir vatn úr umhvørvinum. Les wired.com
Nýggjar viðmerkingar
13 vikur 20 tímar síðani
17 vikur 5 dagar síðani
20 vikur 6 dagar síðani
26 vikur 1 dagur síðani
26 vikur 6 dagar síðani
27 vikur 4 dagar síðani
27 vikur 4 dagar síðani
28 vikur 6 dagar síðani
29 vikur 15 tímar síðani
33 vikur 9 tímar síðani