Continental hevur mennt eitt slag av stereokamera til bilar, sum við integratión við bremsuskipanina kann meta um frástøðuna til fótgangarar og aðrar bilar, og bremsa um tað er neyðugt. Les engadget.com

alt møguligt og meira
Continental hevur mennt eitt slag av stereokamera til bilar, sum við integratión við bremsuskipanina kann meta um frástøðuna til fótgangarar og aðrar bilar, og bremsa um tað er neyðugt. Les engadget.com

Kápil-sjónvarpsveitarin YouSee fer nú í heyst at bjóða eina nýggja tænastu kallað "TV Arkiv", har tey í fyrstu atløgu goyma sum DR1 og DR2 framleiða, til viðskiftafólkini at kunna leita í og brúka eftir tørvi. So tá verður ongin orsøk at taka nakað av hesum uppá video ella harðdisk longur, sjálvur. Les fpn.dk
Men takið tað bara róligt, eygað var farið longu áðrenn, so The Eyeborg Project er 'bara' ein spurningur um at fáa eitt videotól at passa inn í eitt glaseyga. Les cnet.com
EYEBORG-- The Two Week Trial from eyeborg on Vimeo.
Ein marknaðarkanning hjá comScore vísir at YouTube átti 3 milliardir sýningar av teimum 9 milliardum í januar 2008. Les pcworld.com
YouTube er sum kunnugt farið undir at vísa sínar videoir í betri góðsku; og nú kanst tú so á tínari YouTube kontu velja at síggja hesa betri góðsku sum standard, um hon finst. Les lifehacker.com
YouTube bjóðar nú út 'API' til at gera tað gjørligt at bjóða videouppsending til YouTube frá egnari heimasíðu. Les downloadsquad.com
Við at skriva "&fmt=6" aftanfyri eitt hvørt YouTube leinki, so kanst tú møguliga síggja eina video í betri góðsku. Samanber hesa videoina við somu video í betri góðsku. Um tú skrivar "&fmt=18" í staðin fyri "&fmt=6", so verður tann vánaligara góðskan víst um tann betra ikki finst. Les cybernetnews.com
Hetta váttar annar av grundleggjarunum av online video risanum, og hetta kann so merkja at 'lifecasting' veruliga eksploderar í ár. Les downloadsquad.com
Frá framløguni hjá Bill Gates í gjár á CES 2008 vørumessuni. Les gizmodo.com
Audible Magic er eitt forrit, ið tekur talgild fingramerki av tónleiki og video fyri at forða misbrúk av upphavsrættindini. MySpace, Soapbox (hjá Microsoft) og Dailymotion eru nakrar heimasíður, ið hava valt hesa skipan. Les zdnet.com
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 9 tímar síðani
5 dagar 18 tímar síðani
2 vikur 3 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 6 tímar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 3 dagar síðani
9 vikur 1 dagur síðani