vín

Reyðvín verjir ímóti betendilsi

Reyðu drúvurnar innihalda resveratrol, sum blokera fyri enzymum ið immunverjan nýtir til at útloysa betendilsi. Og tað er gott, tí betendilsi er atvold til líka nógv deyðsfall, sum blóðproppur í hjarta, ið reyðvíni forrestin eisini verjir ímóti. Les ing.dk

Avstralskur lækni selur vín sum beinleiðis reinsar æðrarnar

Philip Norrie hevur sín egna víngarð í New South Wales, har hann bryggjar vín við 100 ferðir so nógvum antioxidantum sum vanlígt vín, í eftir øllum at døma virkar sum ein 'regulerur vaskulerur pípureinsari'. Merkið er Resveratrol Enhanced Wine (R.E.W.) frá vínhúsinum Pendarves, sum sambært fpn.dk kemur á skandinaviska marknaðin skjótt.

Vín skaðar heilan meira enn øl

Vín kann í mun til øl geva 'skrumpiheila'. Puha. Les fpn.dk

Ein øl um dagin er sunt

Danskir serfrøðingar siga nú at eitt glas av víni ella øl er beinleiðis sunt, um tú eisini etur frukt og grønt, frískt og olivenolju. Serliga um tú ert 50 ár ella eldri. Les eb.dk

Snilt snilt, vínfløska við innbygdum vínglasi

Ok, fløskan er bara 187 ml, ella til umleið eitt hampa glas. Men sum teir siga, so er tað snilt til at selja fløski eitt glas á festivalum og tílíkum tiltøkum, har glas ikki er so væl dámt (tí bæði fløska og glas eru her úr plastikki). Les reuters.com