Í hesari testini á Ekstra Bladet er tað bara Bullguard 8.0 sum fær fleiri stjørnur, enn t.d. ókeypis útgávan av AVG Antivirus.
virus
Tað var ein geymavirus sum rakti altjóða rúmdarstøðina, so sløkk fyri 'autorun'
Sum tit kunnu lesa her á cnet.com, so var tað ein telduormur kallaður "W32.TGammima.AG" sum inficeraði altjóða rúmdarstøðina herfyri, og hann spjaðist altso gjøgnum teir geymar sum verða fluttir millum teldur. Her er ein vegleiðing í hvussu man kann umganga hetta.
Microsoft bjóðar ókeypis forrit til at fáa virusraktar XP og Vista teldur aftur á beint
Windows SteadyState verjir telduni móti malware av internetinum, og gevur møguleika at bakka um okkurt keðiligt allíkavæl hendir. Les makeusof.com
3 fólk sum flyta markið fyri vísind
Eg haldi at handan Angela Belcher ber prísin, at vilja forrita virus til at gera nyttu. Les discovermagazine.com
AVG 8.0 ókeypis antivirus útgivið, nú eisini við anti-spyware
AVG bjóðar nýggja útgávu av sínum ókeypis antivirus her á sínari heimasíðu, og nú er anti-spyware eisini í pakkanum. Les downloadsquad.com
Alneyðugt at dagføra Excel
Trygdarserfrøðingar ávara um at trojanskir hestar eru í umferð, sum gera dælt av veikleika í Excel 2000, 2002, 2003 SP3 og aðrar útgávur. Trupulleikin varð staðfestur í januar, og geva teldusníkum møguleika at yvirtaka telduna. Les pcworld.com
Nýggj útgáva av (ókeypis) AVG antivirus á veg
Nýggja útgávan skuldi verið klár í dag, og fer afturat verandi antivirus-funku at umfata eisini anti-spyware, anti-rootkit og okkurt sum tey kalla LinkScanner. Alt fyri einki. Les downloadsquad.com
Storm telduherurin veksur
Storm botnetið umfatar millum 1 og 10 milliónir zombie teldur runt allan heim, og eftir øllum at døma er 'generalurin' russiskur. Kervið er nærmast ómøguligt at drepa, við tað at tað kann liva víðari um bara éin telda yvirlivir. Og kannar tú tað ov nær, so kanst tú fáa allan herin upp á nakkan. Les version2.dk
Teldur eru holutar sum skjótitelt
Danska teldutrygdarfyritøkan Secunia metir at eini 95% av øllum teldum hava forrit innløgd sum ikki eru dagførd, og at 40% hava minst 11 forrit innløgd sum eru ein beinleiðis trygdarvandi. Les version2.dk
Nú verða Storm zombie teldurnar tiknar í nýtslu
Storm telduormurin hevur sum kunnugt spjadd seg til fleiri hundrað túsund teldur seinasta árið, og nú sær tað út til at stóra 'botnetið' verður brúkt til phishing álop, har tær verða nýttar til at eftirlíkna heimasíðurnar hjá t.d. Barclay bankanum, til at snýta fólka til at geva upp síni loyniorð o.t. har. Les forbes.com
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 9 tímar síðani
5 dagar 18 tímar síðani
2 vikur 3 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 6 tímar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 3 dagar síðani
9 vikur 1 dagur síðani