Tú byrjar bara at seta upp títt egna ættartræ, og familjulimir kunnu so hekta seg afturat, uttan at onnur enn tey á trænum kunnu síggja innihaldið. Les geni.com
web 2.0
Ansa eftir hvat tú gert, ella grannin koyrir tað á netið
Blómingin av 'web 2.0' hevur viðført eitt ótal av 'sosialum' heimasíðum, har fólk við myndum og video avdúka og almannakunngera alt møguligt sum onnur fólk gera galið. Okkurt er kanska í lagi, sum til dømis at fólk í Los Angeles kunnu almannakunngerða løgregluharðskap á http://www.copwatchla.org/, og at guvernørurin í Texas hevur ætlanir um at gera eina sosiala síðu har fólk kunnu síggja og avdúka um onkur meksikani roynir at sníkja seg yvirum markið til USA. Meen, har er nógv annað, sum t.d. http://caughtya.org/ har fólk avdúka onnur sum parkera ólógligt á parkeringsplássum til brekaði, ella http://litterbutt.com um fólk sum koyra blaka rusk frá sær, ella http://hollabacknyc.blogspot.com/ um fólk sum gera øðrum ónáðir á alfaravegi, ella http://rudepeople.com/ um fólk sum eru ljót í munninum, ella http://roadrage.the-joys.com/ um fólk sum koyra svakt. Sambært Wall Street Journal var onkur síða enntá so frek, at hon bjóðaði fólki at kunna fáa fráboðan ífall onkur klagaði um teirra bilnummarplátu, afturfyri eitt gjald á 5 dollarar um mánaðin.
Web 2.0 vinnarar og taparar
Wired/Monkey Bites hevur nú í nakrar vikur latið brúkararnar atkvøða um bestu og verstu web 2.0 tænastur. Vinnararnir eru flickr, odeo, writely, del.icio.us og netvibes. Taparar eru myspace, squidoo, browzar, for.tuito.us og friendster. Les wired.com
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 19 tímar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
9 vikur 8 tímar síðani
9 vikur 3 dagar síðani
10 vikur 1 dagur síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani