wikipedia

1400 fólk gera 75% av arbeiðinum á Wikipedia

Fleiri skulu ikki til, og harvið eru keldurnar heldur ikki fleiri enn tað sama. Les collegeotr.com

Wikipedia lærir okkum at vera kritisk

Wikipedian verður ofta ákærd fyri at vera ótrúverdug, men spurningurin er um ikki tað netupp er ein styrki; at vit læra ikki at taka alt fyri fult, bara tí tað stendur á skrift. Les videnskab.dk

Nú eisini myndir og video og Wikipedia á Google Maps

Eyka knøttar eru komnir á Google Maps, so at tú kanst velja at síggja myndir og lesa um økið sum tú hyggur at. Summar myndir eru enntá videoir av YouTube. Og har er eisini ymiskt úr Føroyum. Les makeuseof.com

Wikipedia bannar bretska heilsumálaráðið

Fólkini aftanfyri Wikipedia hava sett forboð ímóti at IP adressan hjá bretska "Department of Health" sleppur at broyta í Wikipedia skjølum, av tí at tey eftir øllum at døma 'konstant' hava framt broytingar. Les dizzythinks.net

320.000 skrivað undir mótmæli um Muhammed tekningar í Wikipedia

Jyllandsposten skrivar 180.000, men beint nú er talið 322.637. Samstundis blokerar Pakistan fyri YouTube í landinum, av tí at teknifilmar har eisini vísa Muhammed. Les jp.dk

Løgnar síður á Wikipedia

Ein sovorðin síða finst eisini á Wikipedia: http://en.wikipedia.org/wiki/Wikipedia:Unusual_articles. Les wikipedia.org

FBI og CIA rætta í Wikipedia

Tað er greitt brot á reglurnar hjá Wikipedia um ógegni, tá ið FBI og CIA rætta í greinum um Guantanamo og Irak. Les reuters.com

Wikipedia avdúkar feil í Britannica

Hámetta Encyclopedia Britannica hevði til dømis skrivað navnið hjá Bill Clinton skeivt, staðfestu brúkararnir á Wikipedia. Les epn.dk

Wikipedia fær statsstuðul í Týskalandi

Týska stjórnin hevur sjósett eina verkætlan at læra serfrøðingum at skriva á Wikipedia, við tí endamáli at fáa fleiri hundrað greinar um endurnýtslu á heimasíðutænastuna. Les slashdot.org

Wikipedia er ikki nóg góð próvgrund

Professorarnir á Middlebury College (USA) hava samtykt at forbjóða Wikipedia sum referansutilfar í uppgávum. Teir halda tó at tilfarið á Wikipedia hevur virði, við tað at tað vísir vísa víðari til 'ordiligar' referansur; men ikki sum referansa í sær sjálvum. Fólkini aftanfyri Wikipedia eru partvís einig, at Wikipedia er eitt ideelt stað at byrja, men ikki ein 'autoritetur' í sær sjálvum. Les insidehighered.com