windows

Ballmer leggur eftir Windows Mobile

Hetta hava tey frætt á PC Pro, eftir á luttakarar á Microsoft Venture Capital Summit hava sent út 'tweets', sum t.d. "Ballmer says they screwed up with Windows Mobile. Wishes they had already lauched WM7. They completely revamped the team".

Microsoft-stjóri viðgongur at Vista er "minni gott"

Teir hava ballað tað inn nakrar ferðir, við til dømis at kalla Windows 7 fyri 'nógv betri enn Vista'. Men nú hevur ein Microsoft-stjóri fyri fyrstu ferð beinleiðis sagt, at Windows Vista er "minni gott":

What people underestimate is the importance of good or bad products," said Charles Songhurst, Microsoft's general manager of corporate strategy, at a investor's conference on Tuesday. "And sometimes your products are good, sometimes the products are bad. And I think Vista was a less good product for Microsoft."

Les Computerworld.dk og Computerworld.com

Windows 7 fer at umfata eisini eina útgávu av Windows XP

Hetta sigur Paul Thurrot á winsupersite.com, og teir á Slashdot trúgva opinbart so mikið nógv uppá hesi tíðindi, at teir eisini skriva um tað.

15 ókeypis forrit til at fáa ferð á gomlu telduna

Her viðmæld av ComputerWorld, at nýta á Windows XP teldum, og tí vælsagtans rímiliga trygg av royna. Les computerworld.com

Windows 7 verður nógv 'lættari' enn Vista

Næsta útgáva av Windows kann í pre-beta-útgavuni koyra fint á eini "netbook" farteldu við 1 GB RAM, sum t.d. Lenovo S10 og ASUS Eee PC 1000H. Les computerworld.com

Windows XP livir enn?

Ætlanin var at tað ikki skuldi bera til at keypa vanligar teldur við Windows XP eftir tann 30. juni 2008 (men bara hesar nýggju smáu farteldurnar). Men so varð hendan loysn sambært TG Daily fyrst flutt til 31. juli, síðani til tann 31. januar 2009; og sambært downloadsquad ber tað enntá til at biðja um eina ókeypis XP útgávu afturfyri eina Vista, líka fram til 31. juli 2009.

Og sum tey á downloadsquad skriva: For anyone keeping track, the operating system was first introduced in late 2001. It's already nearly 7 years old, and at this rate, you may still be using it in another 2 or 3 years. Which is to say that either this is the best operating system Microsoft has ever produced, or Windows Vista is really just that bad.

Microsoft kemur við eini 'cloud' stýriskipan, nú í oktober

Hetta avdúkaði forstjórin Steve Ballmer á eini ráðstevnu í London í gjár. 'Cloud computing' er hetta at sjálv teldukraftin er onkunstaðni har úti á internetinum, sum tú so fært atgongd til gjøgnum kagan. Les computerworld.com

Google Chrome er ábending um at stýriskipanirnar eru á veg út

Hetta siga tey her á informationweek.com, nú ein vika er farin síðani nýggi kagin frá Google kom á marknaðin. Windows Vista hevur verið meira "ow" enn "wow", og næsta útgáva av Apple OS X fær sambært Apple sjálvum ongar nýggjar funkur, samstundis sum tað veltir út við nýggju møguleikum gjøgnum kagan.

Ókeypis forrit hjálpir tær at spara streym á Windows telduni

Edison er forrit sum optimerar setingarnar á Windows-telduni, so at hon brúkar sum minst av streymi. Endamálið er at spara atmosferuna fyri tilsamans 3 milliónir tons CO2 um árið. Les ing.dk

Eee PC 900 er fyrsta XP telda við multi-touch

Nýggja mini-farteldan frá Asus fær heilt góð ummæli frá CNet, m.a. tí at man kann zooma inn við at klípa fingrarnar saman á 'trackpad'inum. Les cnet.co.uk