The Royal Navy hevur her í desember fullførd sína Windows for Submarines™ verkætlan, har sensor- og vápnaskipanir umborð á teirra Trident kjarnorkukavbátum nú verða stýrdar við teldum sum koyra í summum førum Windows 2000, men oftast Windows XP. Tey vænta at spara einar 150 milliónir krónur næstu 10 árini, við at brúka standardvøru heldur enn serforritaðar stýriskipanir. Les theregister.co.uk
windows xp
ASUS lanserað borðútgávu av Eee PC
Eee Box B202 er týðiligvís ein kappingarneyti til Mac Mini, við Intel Atom N270 prosessara (1.6GHz), 1-2 GB RAM, GMA 950 grafikk, tráðleyst net og 80-160 GB harðdisk. Stýriskipanin er Linux ella Windows XP. Les pcmag.com
Microsoft leingir um livitíðina hjá Windows XP
Men bara tá ið tað kemur til tær ultrabíligu teldurnar. Kappingin frá Linux á Eee PC og øllum hinum er vælsagtans so hóttandi, at Microsoft følir seg noydd at leingja søluna til 2010, sum annars skuldi steðga í summar. Les news.com
Soleiðis kanst tú umganga at XP genstartar av sær sjálvum
Tíverri ikki bara við at seta eitt flugubein onkunstaðni, men við at taka niður eitt serligt forrit til endamálið. downloadsquad.com
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 20 tímar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
9 vikur 9 tímar síðani
9 vikur 3 dagar síðani
10 vikur 1 dagur síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani