xp

Windows XP livir enn?

Ætlanin var at tað ikki skuldi bera til at keypa vanligar teldur við Windows XP eftir tann 30. juni 2008 (men bara hesar nýggju smáu farteldurnar). Men so varð hendan loysn sambært TG Daily fyrst flutt til 31. juli, síðani til tann 31. januar 2009; og sambært downloadsquad ber tað enntá til at biðja um eina ókeypis XP útgávu afturfyri eina Vista, líka fram til 31. juli 2009.

Og sum tey á downloadsquad skriva: For anyone keeping track, the operating system was first introduced in late 2001. It's already nearly 7 years old, and at this rate, you may still be using it in another 2 or 3 years. Which is to say that either this is the best operating system Microsoft has ever produced, or Windows Vista is really just that bad.

Eee PC 900 er fyrsta XP telda við multi-touch

Nýggja mini-farteldan frá Asus fær heilt góð ummæli frá CNet, m.a. tí at man kann zooma inn við at klípa fingrarnar saman á 'trackpad'inum. Les cnet.co.uk

Sig 'No to All' tá ið tú kopierar í Windows

Tá ið tú kopierar millum mappur í Windows sum partvíst innihalda somu fílur, bjóðar Windows tær at svara 'Yes', 'Yes to All' ella 'No' til 'Do you want to replace the existing file'. Men ein goymd funka er at tú kanst svara 'No to All' við at trýsta á shift og 'No'. Les lifehacker.com

Asus Eee PC nú við XP

Ella tað vil siga 9. apríl, í USA. Orsøkin er ikki at tey hjá Asus velja droppa Linux, men at tey vilja lata keypararnar kunna velja. Les newz.dk

Kanska leingir Microsoft um søluna av XP

Ætlanin er at gevast við at selja Windows XP í summar, men trupulleikin er bara at gongur fínt hjá Asus og øðrum at selja bíligar farteldur sum bara ikki koyra Vista. So valið er annaðhvørt at missa til t.d. Linux, at geva út eina lætta Vista útgávu í skundi, ella bara halda á at selja XP. Les downloadsquad.com

Tryggja tína XP teldu við at brúka blankt loyniorð

Eitt blankt Windows XP innritingar-loyniorð er eftir øllum at døma betri enn eitt ið er lætt at gita, av tí at tað tá ikki ber til at rita inn yvir net ella internet. Tú skalt altso hava fysiska atgongd til telduna, um loyniorðið er blankt, meðan hitt møguliga kann hackast yvir netið. Les labnol.org

InfoWorld vil bjarga XP

KT-miðilin InfoWorld hevur íverksett eitt størri tiltak at bjarga Windows XP, sum Microsoft annars ætlar at gevast við at selja frá í summar av. Tey savna m.a. undirskriftir inn til frama fyri XP. Les version2.dk

Windows XP fer at koyra skjótari við SP3

Devil Mountain Software hevur kannað komandi 'service pakkan' hjá Microsoft til Windows Vista, og staðfestir at rættingarnar kunnu fáa m.a. Office at koyra upp til 10% skjótari. Vista fær tíverri ikki somu ferðøking av sínum service pakka. version2.dk

Páskaregg í Windows XP

Brúk fyri at zooma meira í Paint, at skapa eitt 'installatiónsprogramm' ella bara vinna í Solitaire og Minesweeper? XP hevur eina rúgvu av snýtikotum. Les mywebpages.comcast.net

Windows XP SP3 á veg

Har eru bæði nýggjar trygdardagføringar, onkur niðurgraderað Vista funka, vit sleppa undan at skula geva upp produktlykil undir uppsetingini, og hartil fylgja tey nú yvir 1000 update'ini við. Les downloadsquad.com