Yahoo vildi ikki selja fyri tær 249 milliardir krónurnar sum Microsoft bjóðaði, og Microsoft gevst tí við at royna at keypa fyritøkuna. Les version2.dk
yahoo
Microsoft vil keypa Yahoo fyri 223 mia krónur
Hetta til at standa seg betur í kappingini móti Google um lýsingar á internetinum. Les epn.dk
Amnesty ávarar um sensur av alnetinum
Minst 25 lond hava í dag eitt alnetsfiltur álagt av stjórnini, og Amnesty ákærir Google, Yahoo og Microsoft at vera partur av trupulleikanum, við at ganga við til at ganga undir slíkar treytir. Les bbc.co.uk
Microsoft vil keypa Yahoo!
Eftir øllum at døma vil Microsoft keypa Yahoo, í eini roynd at kunna kappast betur við Google á alnetinum. Hetta kann gerast eitt tað dýrasta keypið av teldufyritøku nakrantíð, á einar 50 mia. dollarar. Les wired.com
Yahoo fer nú at bjóða óavmarkað e-mail-pláss
Google varð fyrstur av teimum stóru til at bjóða 2 GB ókeypis goymslupláss til teldupost á alnetinum. Síðani komu Yahoo og Hotmail við nøkulunda somu tilboðum. Men nú fer Yahoo at 'rulla út' óavmarkað ókeypis goymslupláss á sínari alnets-teldupost-tænastu, í leypi av mai mánaða. Les news.com
MSN, AOL, MySpace og Yahoo gera YouTube-drepara saman við NBC og NewsCorp
Ein øgilig samgonga av teldu- og fjøðmiðla-risum ætlar sær at lanserað ein kappingarneyta til YouTube í summar. Fyrimunurin er sjálvsagt her, at tey tá hava fulla atgongd til tilfar frá NBC og rásir sum Fox hjá NewsCorp, umfatandi sendingar sum t.d. 24 tímar, Saturday Night Live, The Simpsons og The Tonight Show. Les newscorp.com
Saksøkir Yahoo fyri $20 mió., tí tey brúktu mynd av henni
Ein kvinna í Ohio saksøkir Yahoo fyri 20 milliónir dollarar, av tí at tey brúktu eina mynd av henni í sambandi við onkra heimasíðutænastu. Les techdirt.com
At selja ella ikki selja sína heimasíðu
Yahoo fekk bjóðað nakrar fáar milliónir dollars frá AOL, men søgdu nei takk og gjørdust milliardérar. Leitimaskinan Google varð stovnað tí at Yahoo ikki vildi keypa tøknina fyri 1.6 milliónir dollarar. YouTube varð nú selt fyri 1.65 milliardir dollarar til Google. Men Friendster hinvegin... teir skuldu hava tikið tær 30 milliónirnar frá Google, tá í 2003. Les nytimes.com
Yahoo Mail (beta) er live
Og sambært Walt Mossberg við Wall Street Journal er hendan tænastan betri enn Google Mail. Gott nokk 'bara' 1 GB goymslupláss í mun til 2+ GB, men hinvegin nógv meira sum Outlook á internetinum. Les slashdot.org
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 9 tímar síðani
5 dagar 18 tímar síðani
2 vikur 3 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 6 tímar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 3 dagar síðani
9 vikur 1 dagur síðani