youtube

Google lanserar YouTube for Schools

YouTube for Schools er eitt serligt úrval av videoum sum KT-vørðar kunnu loyva á skúlunum, til at geva skúlabørnunum atgongd til YouTube EDU videoir við skúlaligum innihaldi, uttan at risikera at tey enda á meira óhóskandi tilfar. Les makeuseof.com

"Life In A Day" filmurin er klárur

YouTube lanseraði í fjør summar eina ambitiøsa filmsverkætlan, har vit øll vórðu biðin um at filma hendingar í okkara lívi hin 24. juli 2010. Tey fingu heilar 4500 tímar av filmsupptøku, sum Kevin Macdonald og Ridley Scott síðani fingu saman til ein film uppá 90 minuttir. Les ReadWriteWeb.

Nú kanst tú tillaga tínar YouTube videoir eftir upload

YouTube hevur eina tíð haft ein editor sum klippa videoir við og seta saman og tílíkt, til nýggjar videoir. Men nú er tað so gjørligt at gera hetta við upprunavideoina uttan at missa leinki og vitjanartal og líknandi, og at koyra ymisk filtur á til at gera videoina snøggari. Les Lifehacker

YouTube ætlar at video-skjalfesta heimin tann 24. juli 2010

Vit eru øll bjóðað at taka video av okkara dagligdegi tann 24. juli 2010, senda videobrotið upp á www.youtube.com/lifeinaday, har oskar-vinnandi instruktørurin Kevin MacDonald síðani fær til uppgávu at seta útvald brot saman til ein film, við Ridley Scott sum produsara, at vísa á Sundance Film Festivalinum í januar 2011. Øll sum fáa eitt brot við verða upplistaði í filminum sum 'co-directors', umframt at 20 fáa í boði at koma at síggja premieruna. Les youtube-global.blogspot.com

YouTube-video gav Hollywood-sáttmála á 150 mió krónur

Federico Alvarez úr Uruguay legði ein 4:48 minuttir langan stuttfilm á YouTube, sum hann hevði brúkt kanska 1000 krónur uppá at gera, og fekk afturfyri ein Hollywood-sáttmála á umleið 150 mió krónur, við sjálvan Spiderman-instruktørin Sam Raimi.

Anne Frank á YouTube

Her niðanfyri sæst einasta kenda videobrot av Onnu Frank, sum eftir sín deyð í týningarlegu varð víðakend fyri sína dagbók, ið lýsti lívið sum jødi undir nazistatíðina. Rásin á YouTube eitur www.youtube.com/annefrank. Les kpn.dk

10 snild tól afturat til YouTube videoir

Sovorðið sum at kunna gera ein úrdrátt úr einari YouTube video, ella fáa bara ljóðið niður á telduna, ella gera ein ringitóna burtur úr eini YouTube video, ella gera sínar egnu undirtekstir til videoina. Les makeuseof.com

ASCAP vil hava pengar fyri tær YouTube videoir sum fólk leggja á sínar síður

Tey ætla gott nokk fyrst og fremst at fara eftir vinnuligum heimasíðum við eini ávísari stødd. Men tankin er tó, at eisini vit sum 'bara' brúka embed-kotuna á YouTube, eiga at gjalda fyri at nýta tónleik og líknandi hjá øðrum. Les gawker.com

Microsoft uppgevur at fanga YouTube við Soapbox

SoapBox skuldi eftir ætlan verða kappingarneytin hjá Microsoft ímóti YouTube hjá Google. Men nú sigur varaforsetin hjá Microsoft, Erik Jorgensen, at tey fara at skalera tænastuna niður, vegna fíggjarkreppuna. Les cnet.com

"Fright Night" á YouTube

YouTube vísir nú heilar biograf-filmar á www.youtube.com/movies. Her er tað "Ghost Games", sum partur av serligum "Friday Night Frights" tiltaki