Bretsk gransking bendir á, at heilin á vegetarum minkar meira enn heilin á kjøtátarum, av tí at vegetararnir ikki fáa neyðugu B12 vitaminini. Alkohol minkar eisini um heilan, og yvirvekt. Les news.com.au
yvirvekt
Kinesarar eru feitast
Einir 200 milliónir kinesarar eru yvirvektigir, harav einir 60 milliónir eru beinleiðis feitir. Harvið hava tey yvirhálað sjálvt USA í fiti. 160 milliónir kinesarar hava ov høgt blóðtrýst, einir 20 milliónir sukursjúku, og í Beijing eru heili 60% ov tjúkk. Les jp.dk
Tess meira vekt, tess minni IQ ?
Franskir vísindamenn hava staðfest at tess feitari fólk eru, tess verri er teirra IQ. Teir filosofera so um hvussu vítt fitin leggur seg í æðrarnar í heilanum; men sum onkur sigur her í Slashdot, so kann talan kanska eisini verða um 'hønan og eggið'... at minni skilagóð fólk hava lyndi til at gerast tjúkri:
http://science.slashdot.org/article.pl?sid=06/10/15/1752252&from=rss
Les telegraph.co.uk
Foreldrina hava ábyrgdina um børnini eru ov tjúkk
Foreldrini ávirka børnini við góðum og serliga vánaligum vanum, so sum at eta junkfood, roykja og drekka. Les mercola.com
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 20 tímar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
9 vikur 9 tímar síðani
9 vikur 3 dagar síðani
10 vikur 1 dagur síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani