YouTube lanseraði í fjør summar eina ambitiøsa filmsverkætlan, har vit øll vórðu biðin um at filma hendingar í okkara lívi hin 24. juli 2010. Tey fingu heilar 4500 tímar av filmsupptøku, sum Kevin Macdonald og Ridley Scott síðani fingu saman til ein film uppá 90 minuttir. Les ReadWriteWeb.
undirhald
Nú kanst tú tillaga tínar YouTube videoir eftir upload
YouTube hevur eina tíð haft ein editor sum klippa videoir við og seta saman og tílíkt, til nýggjar videoir. Men nú er tað so gjørligt at gera hetta við upprunavideoina uttan at missa leinki og vitjanartal og líknandi, og at koyra ymisk filtur á til at gera videoina snøggari. Les Lifehacker
Hjálp US Navy at basa piratum við at spæla MMOWGLI
MMOWGLI er eitt nýtt telduspæl frá US Navy, stytting av "Massive Multiplayer Online WarGame Leveraging the Internet", sum tey ætla skal kunna heinta inn hugskot frá spælarunum til hvussu somalisku sjórænararnir kunnu basast. Les Slashdot
Ivasamt um bilspøl skapar betri bilførarar
Ein kanning á University of Rochester staðfesti fyri tíð síðani sum rímiligt er, at tey sum spældu bilspøl á teldu dugdu betri at reagera skjótt og rætt uppá hendingar í ferðsluni. Men ein onnur kanning hjá Continental Tire staðfesti at tey sum spældu telduspøl sum Gran Turismo og Grand Theft Auto høvdu fleiri skaðar í ferðsluni, kanska tí at tey tóku størri kjansir, og høvdu eina skeiklaða fatan av konsekvensinum av einum ferðsluóhappi. Les her á motorauthority.com.
Brúka fartelefonina sum teldu og farteldu
Motorola vísir í hesum døgum fram eina nýggja fartelefon kallað Motorola Atrix, sum kann vera telda um hon verður sett til knappaborð, mús og skerm, ella fartelda um hon verður sett í ein serligan fartelduhúsa. Ella kann man bara seta hana til sjónvarpið, til at síggja myndir, video og kaga á internetinum. Les endgadget.com
Harðlig spøl minka um stress
Granskarar á Texas A&M International University gjørdu herfyri eina kanning, har tey fyrst stressaðu fólk, og síðani góvu summum av teimum loyvi at spæla videospøl aftaná. Aftaná vístu úrslitini, at tey sum sloppu at spæla voldilig telduspøl vóru minnið stressað og deprimerað. Les tamiu.edu
NASA á veg við einum telduspæli kallað "Moonbase Alpha"
NASA vil eftir øllum at døma prógva, at tey kunnu gera kul telduspøl sum inspirera børn. Hetta "Moonbase Alpha fer at taka umleið 20 minuttir at spæla, og fer at handla um astronautar á mánanum, sum koma í neyð tá ið kritisku skipanirnar svíkja. Les popsci.com
Nintendo 3DS kann eisini taka myndir í 3D
Nýggjasta spælitelda frá Nintendo kann ikki bara vísa spølini í 3D, men eisini taka myndir í 3D. Maskinan krevur ongar brillur, men brúkar í staðin eitt dupult lag av LCD-skermum, sum senda hvør sína mynd til hvør sítt eyga. Les engadget.com
Google TV er klárt
Google TV er nýggj tænasta frá Google, sum vónandi fer at knýta okkara stóru sjónvarpsanlegg saman við øllum tí góða (og ringa) sum er at finna á netinum. Við uppá projektið eru longu Intel, Sony og Logitech. Les her á mashable.com
Brúka kroppin sum knappaborð við Skinput
Granskarar hjá Microsoft og á Carnegie Mellon University í Pittsburg hava mennt eina skipan sum kann hoyra til dømis hvar tú trýstir á kroppin, ella um tú knýtir hondina. Alt sum krevst er bara eitt armband og kanska ein lítil projektørur, til at tú kanst hava "touch" skermin á arminum. Les newscientist.com
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 20 tímar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
9 vikur 9 tímar síðani
9 vikur 3 dagar síðani
10 vikur 1 dagur síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani