vísind

Nalvin er orsøk til at afrikanarar renna skjótari

Granskarar á Duke University hava staðfest, at nalvin á vesturafrikanarum situr 3 sentimetur hægri enn á evropearum, og staðfesta at tað er tí at afrikanarar renna skjótari. Sambært teimum er nalvin massamiðdepil í kroppinum, og tann hægri nalvin í mun til kroppshædd tí eitt prógv um longri bein og "goymdari hædd", sum gevur teimum fyrimun á rennibreytunum. Hetta tí at renning í prinsippinum er eitt støðugt fall, har fall frá hægri hædd gevur meira ferð. Og hinvegin hava evropearar av somu orsøk ein fyrimun í svimjing, har tað ræðum um at flóta heldur enn at fara framyvir. Les news.yahoo.com

Harðlig spøl minka um stress

Granskarar á Texas A&M International University gjørdu herfyri eina kanning, har tey fyrst stressaðu fólk, og síðani góvu summum av teimum loyvi at spæla videospøl aftaná. Aftaná vístu úrslitini, at tey sum sloppu at spæla voldilig telduspøl vóru minnið stressað og deprimerað. Les tamiu.edu

Skjótari tú rennur, longri livur tú

Dr. Paul T. Williams á Lawrence Berkeley National Laboratory í USA hevur seinastu 20 árini granskað yvir 120.000 rennarar, til at kanna í hvønn renning er sunt. Í nýggjastu kanningini hevur hann samanborið bestu tíð yvir 10 km hjá 29.721 monnum, við hvussu nógvir høvdu fingið hjartatrupulleikar 7.7 ár seinni. Og kanningin staðfestir rættiliga greitt, at tess skjótari tú klárar at renna, tess longri livur tú, næstan líka mikið hvussu nógv tú venur. Sum altso merkir, at summi noyðast at venja meira enn onnur, um tey vilja liva líka leingi. Les sweatscience.com

Øska úr Íslandi funnin á Sornfelli

Fólk hjá Jarðfeingi hava heintað øskuskitnan kava á Sornfelli.

Goskoppar á Mánanum eru kanska løddir við ravmagni

Nýggj granskin hjá NASA bendir á, at teir goskoppar (krater) sum innihalda vatn á Mánanum, møguliga eisini innihalda stórar løðingar av ravmagni. Hetta vil gera tað rættiliga nógv torførari at kanna hesi øki, við tað at tað er torført at 'jørða' seg á Mánanum.

Bretar royna at bjarga barni undan heilaskaða við xenon gassi

Bretar hava fyri fyrstu ferð roynt at bjargað einum nýføðingi undan heilaskaða, við at køla tað niður og lata tað anda inn xenon gass, fyri 72 tímarnar. Barnið andaði ikki tá ið tað kom á sjúkrahúsið í Bath, og læknarnir góvu tí ikki meira enn 50% kjans at sleppa undan heilaskaða. Men til nú sær tað út til at ganga heilt væl, eftir at barnið er raknað við aftur og hyggur upp á mammuna og alt. Les independent.co.uk

Tey fæstu av okkum kunnu fleiri ting í senn

Granskarar á University of Utah kannaðu herfyri evnini hjá 110 konufólkum og 90 mannfólkum, at tosa í telefon samstundis sum tey koyrdu bil. Einans 3 mannfólk og 4 konufólk kláraðu at gera bæði tingini líka væl ella betri, enn um tey bara gjørdu eitt ting í senn. Les arstechnica.com og psych.utah.edu

Nýtt slag av plastikk leiðir bara varma annan veg

Granskarar á MIT hava mennt eitt slag av plastikk, sum bara leiðir varma annan veg. Hetta kann brúkast til dømis til at køla teldur við. Les ing.dk

Ætla at granska Mars við 'tumbleweed' bóltum

"The Mars Tumbleweed" er ein verkætlan hjá NASA og øðrum, at møguliga fara at kanna Mars við bóltum sum blása við vindinum, heldur enn við traditionellum marsbilum. Væleydnaðar royndir hava longu verið gjørdast í Grønlandi og á Suðurpólinum, og nú fara tey so at royna at fáa størri játtan, til at kunna gjøgnumføra ætlanina. Les discovery.com og sí video av tveimum ymiskum møguligum bóltum.

Feitt er gott og pasta vandamikið, sigur nýggj gransking

Nýggj gransking í USA bendir á at alheims kostráðgeving tey seinastu 20 árini hevur verið skeiv, um at vit skulu ansa eftir við feitti frá mjólkarúrdrátti og kjøti, og í staðin eta meira kolvætu sum epli og pasta. Teirra kanning av 348.000 menniskjum kundi ikki staðfesta samanhang millum feittinntøku og vandan fyri at doyggja at blóðproppi ella líknandi æðralagssjúku. Feitt er ikki púra fríkent, men hin vegin er kolvæti heldur ikki heilt óskyldugt, við tað at einfalt kolvæti sum sukur og hvítt breyð kann føra til sukursjúku, sum so aftur økir fyri vandan fyri hjarta- og æðralagssjúku. Og tí kann viðmælið um at eta meira kolvæti vera meira til skaða enn gagn. Les fpn.dk