heilsa

Feitt er gott og pasta vandamikið, sigur nýggj gransking

Nýggj gransking í USA bendir á at alheims kostráðgeving tey seinastu 20 árini hevur verið skeiv, um at vit skulu ansa eftir við feitti frá mjólkarúrdrátti og kjøti, og í staðin eta meira kolvætu sum epli og pasta. Teirra kanning av 348.000 menniskjum kundi ikki staðfesta samanhang millum feittinntøku og vandan fyri at doyggja at blóðproppi ella líknandi æðralagssjúku. Feitt er ikki púra fríkent, men hin vegin er kolvæti heldur ikki heilt óskyldugt, við tað at einfalt kolvæti sum sukur og hvítt breyð kann føra til sukursjúku, sum so aftur økir fyri vandan fyri hjarta- og æðralagssjúku. Og tí kann viðmælið um at eta meira kolvæti vera meira til skaða enn gagn. Les fpn.dk

Sjokuláta kann verja ímóti heilabløðing

Ein kanadisk kanning av 50.000 fólkum bendir á, at fólk sum eta sjokulátu minst eina ferð um vikuna, eru 22% í minni vanda fyri at fáa heilabløðing, enn tey sum slettis ikki eta sjokulátu. Og ein onnur kanning av 1169 fólkum bendir á, at av sjokuláta-átið minkar 46% um vandan fyri at doyggja av heilabløðing, um man skuldi fingið eina. Granskararnir eru tó ikki vísir í, um tað er tí at sjokulátan verjir, ella tí at tað serliga eru sunn fólk sum eta sjokuláta. Les telegraph.co.uk

Um tú vilt tapa teg, so far upp í hæddirnar

Týskir granskarar sendu 20 tjúkkar menn upp í 2600 metrar hædd í eina viku, við boðum um at eta og drekka akkurát sum teir høvdu hug til, men lata verða við at gera ítrótt. Teir taptu seg næstan 2 kilo í part, eftir øllum at døma tí at hæddin minkar um matarlyst, samstundis sum hon veksur um stoffskiftið. Les physorg.com

Telduspæl verjur móti elli

Gransking bendir á at telduspæl betrar um refleks, minni og tankavirksemi hjá eldri fólki. Hartil kunnu spøl ið krevja rørslur av fjarstýrarunum, sum til dømis Wii bowling, vaksa um pulsin við umleið 40%, uttan at tað følist strævið. Les news.yahoo.com

Nú kunnu granskarar fáa lík at blunka

Skurðlæknar á UC Davis Medical Center hava megnað at fáa lík at blunka, við hjálp av eftirgjørdum vøddum. Ætlanin er nokk meira at kunna hjálpa fólki við lammilsum, enn at ræða lívið úr gravarum og øðrum. Les ucdavis.edu

Image courtesy of UC Davis Medical Center

Vit mundu doyð út fyri 1.2 mió árum síðani

Granskarar á University of Utah hava roknað út, at mannaættin minkaði til bara eini 18.500 einstaklingar fyri 1.2 milliónum árum síðani, allarhelst vegna onkra risa vanlukku. Hetta hendi eisini fyri umleið 70.000 árum síðani, tá allarhelst vegna eina supervulkan. Les scientificamerican.com

Eysturríkari ætlar at bróta ljóðmúrin í fríum falli

Eysturríkski Felix Baumgartner hevur fyrr lopið út frá 10 kilometrar hædd, men ætlar sær nú at leypa út frá 37 kilometrar hædd, til at koma upp um 1235 km/t. Les ing.dk

Misti andlitið av Paracetamol

Svenska Eva Uhlin hevði fyrr tikið paracetamol fyri pínu, uttan at fáa trupulleikar, men vaknaði so ein morgun við bløðrur um alt andlitið og um kroppin. Reaktiónin gjørdist so ógvuslig, at varrarnir upp á eitt tíðspunkt vuksu saman. Les telegraph.co.uk, við myndum bæði áðrenn og aftaná.

Donsk lesandi dopa heilan

Tað skrivar videnskab.dk. Tað er ivasamt hvussu stór útbreiðslan er; men í USA eru tað eini 25% av teimum lesandi sum hava dopað seg við Ritalin, til at orka betur at hugsa, umframt eini 20% av granskarunum.

Místi sína sjúkupengar tí hon var glað á Facebook

Kanadiska Nathalie Blanchard hevði verið sjúk við depressión í eitt ár, tá ið knappliga sjúkupengarnir hildu uppat at koma á bankakontoina. Tá ið hon ringdi til tryggingarfelagið Manulife, fekk hon at vita at tað var tí at tey høvdu sæð myndir av henni á Facebook, tiknar á eini strond og í eini barr, sum vístu at hon var ikki deprimerað longur. Myndir sum hon sjálv sigur vóru merktar sum privatar. Les mashable.com