heilsa

Amerikanarar menna masku til viðgerð av brunasárum

Hetta ljóðar sum reint 'science fiction', men granskarar á UT Arlington ætla saman við serfrøðingum í amerikanska herinum at hava eina masku klára kanska longu í 2017, sum kann viðgera sjúklingar sum stríðast við brunasárum í andlitinum. Við eini harðari flatu uttaná sum verju, og tøkni innaní til at veita stamkyknur og annað gott til skaðarakta økið. Les t.d. Engadget.

Kanska er ílegubroyttur matur ikki so vandaleysur allíkavæl

Kinesiskir granskarar hava funnið smáar leivdir av microRNA í blóðinum og gøgnunum á menniskum sum eta rís, ið merkja at vit kanska ikki 'bara' fáa vitaminir og proteinir og líknandi við matinum, men eisini ílegudáta. Ið sjálvsagt fær skerpaðan týdning um vit loyva ílegubroyttar matvørur. Les The Atlantic

273[365]23

Photo courtesy of Randi, CC BY-NC-ND 2.0

Venjing heldur enn insulin ?

Ein bólkur av granskarum á Københavns Universitet er í ferð við at kanna, hvussu lítil venjing ein skal gera til at mótvirka typu 2 diabetes, við støði teimum ráðum sum hesir sjúklingar fáa frá sínum læknum, at eta sunt og venja meira. Tí hava tey sett 20 mans í aldrinum 40 til 60 ár at venja stutt men hart í nakrar vikur, hvørja ferð 10 x 1 minutt skjótt á kondisúkklu.

"Vi skal forsøge at finde ud af, hvor lidt træning man kan slippe af sted med. Nogle patienter har nemt ved at komme i gang med at dyrke motion, men der er stadig mange, som er svære at nå. Den gruppe kan måske lokkes i gang, hvis de kan nøjes med at træne 10 minutter og stadig få en stor effekt"

Hugga Spins

Les fpn.dk, Image courtesy of Hugger Industries, cc by-nc-sa 2.0

Sjónvarp líka vandamikið sum royking ?

Couch Potato, AKA The Men Who Stare at ScreensLangtíðar-kanning av 11247 avstraliarum bendir á, at tað at hyggja í sjónvarp kann vera líka vandamikið sum at royka ella vera ovurfeitur, so ógvusliga at éin tími frammanfyri sjónvarpið styttir títt lív við 22 minuttum, og at 6 tímar frammanfyri sjónvarpið um dagin styttir títt lív við tilsamans fimm árum. Sí the British Journal of Sports Medicine og newser.

Nýggj blóðroynd metir um nær tú doyrt

Granskarar á Spanish National Cancer Research Center siga seg kunna meta um hvussu leingi tú livir afturat, við at máta longdina á 'telomerum' í blóðinum. Hendan longu umstrídda blóðroynd fer at koma á marknaðin í Bretland innanfyri eitt ár ella so, og fer at kosta einar 3700 krónur at fáa tikna. Les popsci.com

telomere

[Image courtesy of Wikimedia Commons]

Rørsla kann geva hægri próvtøl

Fyrstu royndir frá sjúkrarøktaraútbúgvingini í Sønderborg vísa, at um rørsla verður fastur partur av eini útbúgving, so eru tað færri sum dumpa og fleiri sum fáa betri próvtøl. Tríggjar ferðir um vikuna fingu tey 40 lesandi møguleika fyri 1 tíma av rørslu í døgverðasteðginum, við úrsliti at meðalpróvtalið til mótul 1 royndina reyk upp á 6.51, í mun til 4,74 í 2009 og 3.80 í 2010. Tey siga at tað er í so tíðliga at gera eina niðurstøðu, men halda tó at allar útbúgvingar burdu umhugsað at flætta rørslu upp í ítrótt. Les dsr.dk.

Man running while pushing a baby trike - Runners at 1st Annual Rock 2 Rock 5 Mile Fun Run

[Image courtesy of Mike Baird, CC BY 2.0]

Tað er lívsfarligt at sita allan dagin

Kanning av 17.000 monnum og kvinnum yvir 13 ár bendir á, at tey sum sita tað mesta av degnum eru 54% meira í vanda fyri at doyggja av hjartatilburði enn tey sum standa, líka mikið um tey ikki roykja ella gera reguligan ítrótt. Ein onnur kanning av 123.000 amerikanarum bendir á sama hátt á, at tey sum sita 6 tímar ella meira dagliga eru 20% meira í vanda fyri at doyggja áðrenn tíð, enn tey sum sita tríggjar tímar ella minni dagliga. Les mashable.com.

Heilivágur riggar verri í rúmdini

Astronautar á rúmdarferðum fáa ikki líka væl tikið paracetamol til at hjálpa uppá høvuðpínu, ella antibiotika til at berja niður ílegusjúku. Orsøkin er møguliga støðuga strálingin umborð á rúmdarførum, staðfestir ein vísindalig grein í AAPS Journal. Les her á bbc.co.uk.

Tinnitus kann møguliga grøðast

Tinnitus hoyribrek kann møguliga grøðast. Vísindafólk á Texas University vísa á lovandi úrslit við elektro- og ljóðviðgerð á rottum. Tey meta, at tinnitus er eitt slag av fantompínu, ið kann doyvast við at læra heilan at gloyma óljóðið.

Curious Expeditions

Les meira á dr.dk.

Kanska fitna vit tí at tað er ov heitt inni.

Ein nýútgivin grein í International Journal of Obesitiy bendir á, at fiti kann vera millum annað tí at tað er heitari heima hjá teimum feitu. Tey fylgdu 1597 fólkum yvir 6 ár, og staðfestu at um innandura hitin var yvir 20 gradir Celcius, so tvífaldaðist vandin fyri ovurfiti. Les Sweat Science.