Nýggj granskin hjá NASA bendir á, at teir goskoppar (krater) sum innihalda vatn á Mánanum, møguliga eisini innihalda stórar løðingar av ravmagni. Hetta vil gera tað rættiliga nógv torførari at kanna hesi øki, við tað at tað er torført at 'jørða' seg á Mánanum.
mánin
Amerikanarar uppgeva sína mánaætlanir
Amerikanarar skuldu eftir ætlan fara aftur til Mánan í 2018, fyri síðani at byggja upp eina rúmdarstøð har og annað. Men fíggjarstøðan er so vánalig, at Obama nú velur at droppa ætlanirnar. Les jp.dk
Har er vatn á mánanum
Tað kunngjørdi NASA í gjár, nú tey hava fingið kannað dátaini frá tá ið tey tann 9. oktober sendu eina sondu við ferð niður á Mánan. Myndin er av tá ið fylgisveinurin brast niður á Mánan. Les mashable.com

Image courtesy of NASA
NASA buldrar inn í Mánan kl 12:30 í dag
Klokkan 12:30 í dag, føroyska tíð, fer ein 2.2 tons tungur fylgisveinur hjá NASA at bresta niður á Mánan, við 95.000 km/t, í leiting eftir vatni á Mánanum. Tey vænta eitt støvskýggj upp í 10 kilometra hædd, sum eisini amatør-astronomar í USA og í Stillahavinum fara at kunna síggja, við sínum egnu kikarum. Her í Evropa er tað ov ljóst til at síggja nakað, men til ber at fylgja við her á NASA.TV. Les jp.dk
NASA ætlar at byggja eina kjarnorkustøð á mánanum
Ella rættari 'í mánanum', við tað at tað skal vera undir jørð. Tey arbeiða við at menna eina kjarnorkustøð sum kann geva astronautunum 40 KW, ið er nóg nógvur streymur til eini 8 sethús á jørðini. Støddin á einum sovorðnum reaktori er 'umleið sum ein kontór-skrellispann' (citat NASA :-), og strálingin verður skermað serliga við hjálp av mánaskorpuevninum Regolit. Les ing.dk og nasa.gov

Image courtesy of NASA
NASA ætlar at bumba mánan til at finna vatn (har)
Enough said. Les popularmechanics.com
Google íverksett nýggja kapping um at náa upp á mánan
20 milliónir amerikanskir dollarar bíða tær, um tú sum privatpersónur ella fyritøka kanst fáa ein 'rover' (mánabil) at koyra 500 metrar á mánanum, og senda dáta, foto og video haðani niður aftur á Jørðina, áðrenn 31. desember 2012. Tað er ikki neyðugt at senda fólk upp eisini, um tað hjálpir nakað. Les cnn.com
Væl møguligt at planta plantur á mánanum
Vísindafólk hjá ESA (European Space Agency) hava fingið morgunfrúur at vaksa í knústum gróti líkt mánajørð, uttan at tilseta annað enn ávísar bakteriur og vatn. Hetta gevur vónir um at kunna hava plantur á mánanum, uttan eisini at skula sleipa mold við har upp. Les bbc.co.uk
NASA ætlar sær at buldra inn í mánan
Tey ætla sær at kanna um vatn er djúpt inni í mánanum, við at senda eina 2 tons tunga rakett inn í mánan við 9000 km/t, og so við einum fylgisveini kanna tey 1000 tonsini sum tey vænta verða sligin út í rúmdina av stoytinum. Les newz.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 1 dagur síðani
1 vika 1 dagur síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 8 tímar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 2 dagar síðani
4 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 3 dagar síðani
5 vikur 6 dagar síðani
9 vikur 4 dagar síðani