ítróttur

Rørsla kann geva hægri próvtøl

Fyrstu royndir frá sjúkrarøktaraútbúgvingini í Sønderborg vísa, at um rørsla verður fastur partur av eini útbúgving, so eru tað færri sum dumpa og fleiri sum fáa betri próvtøl. Tríggjar ferðir um vikuna fingu tey 40 lesandi møguleika fyri 1 tíma av rørslu í døgverðasteðginum, við úrsliti at meðalpróvtalið til mótul 1 royndina reyk upp á 6.51, í mun til 4,74 í 2009 og 3.80 í 2010. Tey siga at tað er í so tíðliga at gera eina niðurstøðu, men halda tó at allar útbúgvingar burdu umhugsað at flætta rørslu upp í ítrótt. Les dsr.dk.

Man running while pushing a baby trike - Runners at 1st Annual Rock 2 Rock 5 Mile Fun Run

[Image courtesy of Mike Baird, CC BY 2.0]

HM í Katar fær fjarstýrd skíggj

Ein av treytunum fyri at geva HM 2022 til Katar var, at fótbóltsvallirnir skulu hava 'air conditioning', hóast teir eru uttandura. Katarbúgvar ætla at loysa hendan trupulleika millum annað við at hava ein flota av sólriknum 'skíggjum', gjørd úr ultralættum tilfari, sum kunnu fjarstýrast til at sveima akkurát har sum skuggi ynskist. Prísur umleið eina hálva milliard amerikanskar dollarar í part. Les engadget.com.

Interval-venjing er góð, men ikki tað einasta rætta

Danskir granskarar kannaðu 4 bólkar á 9 til tá ótrenaðar menn í 12 vikur, har ein bólkur í vikunum rann stutt men hørð interval, 3 ferðir um vikuna, ein bólkur rann í ein tíma í senn, hvørja ferð, ein bólkur trenaðu við vektum heldur enn at renna, og ein bólkur gjørdi einki. Aftaná kundu tey staðfesta, at interval-venjingin betraði mest um ilt-upptøkuna (VO2max), meðan tann meira seiga renningin gjørdi mest til at lækka hvílupuls, feitt-prosent og kolesterol. Niðurstøðan á Sweat Science er, at hørð interval eru fínt at gera nakrar ferðir um vikuna, men at ein eisini eigur at trena nakrar ferðir meira seigliga og leingi.

Børn sum venja fáa størri heila

Granskarar á University of Illinois hava mált minnið og støddina á heilanum hjá børnum, og staðfesta at tey sum eru í form hava størri heila og betri minni enn tey sum ikki venja. Tey samanbóru súrevnisupptøkuna (VO2max) við støddina á hippocampus, og staðfestu at tey við bestu súrevnisupptøku høvdu í meðal 12% størri hippocampus, ið er eitt øki í heilanum sum hevur týdning fyri minni og rúmliga orientering. Og tað kundi staðfestast í praktiskum royndum eisini, at tey vælvandu mintust betri og dugdu betri at brúka og seta saman fleiri sløg av dáta. Les videnskab.dk

Vøddar minnast farna styrki

Nýggj norsk gransking staðfestir nú, at um tú vart sterkur fyrr, so fært tú skjótt styrkina aftur, og varðveitir hana eisini í aldurdóminum. Hetta tí at vøddakyknurnar varðveita økta talið av vøddakjarnum eisini leingi eftir at tú ert hildin uppat at venja, har man fyrr helt at kjarnutalið minkaði rættiliga skjótt eftir at venjingin minkaði. Granskingin bendir altso á, at tað loysir seg at venja styrki á ungum árum, um ein vil umganga at verða ov veikur sum gamalur. Og hon kann ávirka dopingreglurnar, við tað at økt styrki frá doping eftir øllum at døma verður varðveitt leingi eftir at ein møgulig karantena er lokin. Les fpn.dk

Hjálpir tað at strekkja áðrenn renning?

Sambært stórari kanning USA Track & Field gjørdi tað ongan mun í skaðafyribyrging, um tey 1400 sum vórðu kannaði strektu ella ei áðrenn renning. Ella tað vil siga, skaðafyribrigdini gjørdust nakað fleiri hjá teimum sum fyrr høvdu strekt men so hildu uppat, meðan restin kann spara sær ómakin. Les The New York Times

Meira tú situr, fyrr doyrt tú

American Cancer Society hevur kannað livimáta og deyðiligheit hjá 100.000 vaksnum í eitt 14 ára tíðarskeið, og staðfestir at tey sum sita meira enn 6 tímar um dagin, eru í væl størri vanda fyri at doyggja tíðliga. Deyðiligheitin eru 37% størri hjá kvinnum og 17% hjá monnum, í mun til hjá teimum sum sita minni enn 3 tímar um dagin. Tað hjálpir eitt sindur at gera ítrótt, men tó eru fólk enn í ringasta vandabólki, um tey sita meira enn 6 tímar og røra seg minni enn 3½ tíma um dagin. Les chicagotribune.com

Nalvin er orsøk til at afrikanarar renna skjótari

Granskarar á Duke University hava staðfest, at nalvin á vesturafrikanarum situr 3 sentimetur hægri enn á evropearum, og staðfesta at tað er tí at afrikanarar renna skjótari. Sambært teimum er nalvin massamiðdepil í kroppinum, og tann hægri nalvin í mun til kroppshædd tí eitt prógv um longri bein og "goymdari hædd", sum gevur teimum fyrimun á rennibreytunum. Hetta tí at renning í prinsippinum er eitt støðugt fall, har fall frá hægri hædd gevur meira ferð. Og hinvegin hava evropearar av somu orsøk ein fyrimun í svimjing, har tað ræðum um at flóta heldur enn at fara framyvir. Les news.yahoo.com

Skjótari tú rennur, longri livur tú

Dr. Paul T. Williams á Lawrence Berkeley National Laboratory í USA hevur seinastu 20 árini granskað yvir 120.000 rennarar, til at kanna í hvønn renning er sunt. Í nýggjastu kanningini hevur hann samanborið bestu tíð yvir 10 km hjá 29.721 monnum, við hvussu nógvir høvdu fingið hjartatrupulleikar 7.7 ár seinni. Og kanningin staðfestir rættiliga greitt, at tess skjótari tú klárar at renna, tess longri livur tú, næstan líka mikið hvussu nógv tú venur. Sum altso merkir, at summi noyðast at venja meira enn onnur, um tey vilja liva líka leingi. Les sweatscience.com

Hjálmurin stinkar um hann fær skaða

Granskarar á Fraunhofer í Týsklandi hava funnið uppá ein heldur ørvísi máta at tryggja sær at fólk ikki halda áfram at brúka súkkluhjálmar sum hava fingið skaða. Nevniliga við at innkapsla stink í skúmið, so at hjálmurin er ótolandi tá ið hann ikki meira er tryggur. Les fraunhofer.de

Stinking helmet

[Image © Fraunhofer IWM]