tónleikur

MIT Media Lab prentað tvørfloytu við 3D-prentara

Amit Zoran á MIT Media Lab hevur megnað at prentað eina tvørfloytu við hjálp av einum Objet Connex500 3D prentara, sum varð tekna á teldu til at rigga so skjótt sum hon varð sett saman og monterað við nøkrum fjarðum, og sum tá enntá ljóðaði væl. Les engadget.com

Yachtin hjá Abramovich hevur paparazzi-verju

Heimsins dýrasti privati luksusbátur hevur okkurt slag av paparazzi-verju, sum við infrareyðum lasaraljósi uppdagar um digital fototól peika ímóti bátinum, fyri síðani at senda eina kraftiga ljósstrálu hin vegin. Báturin hevur tvey lendingarpláss til helikoptarar, tveir svimjihyljar, 24 gestakømur, og kostar umleið 724 milliónir pund. Les timesonline.co.uk

Nú kanst tú sløkkja við oyrabollunum

Sony Ericsson hevur mennt eitt nýtt slag av hoyritelefonum, sum seta tónleikin á pausu um tú tekur annan 'oyrabollan' úr oyranum, og sløkkir um tú tekur báðar úr. Tíverri tøkni sum (enn) bara riggar til nakrar fáar, nýggjar Sony Ericsson fartelefonir. Les pcworld.com

Concert Hands førir fingrarnar runt á klaverinum

Hetta minnir um okkurt slag av klaverspælara-exoskelett, av gizmag.com ...

Nú skal Dylan mumla GPS vegleiðingarnar

Bob Dylan er sambært telegraph.co.uk í samráðingum við fleiri GPS framleiðarum, um at gerast rødd í teirra GPS skipan. “I think it would be good if you are looking for directions and you heard my voice saying something like, ‘Left at the next street.... No, right... You know what? Just go straight". Men hann er ikki tann einasti, tú kanst eisini longu fáa Homer Simpson ella John Cleese sum rødd í bilinum.

Skjótt kann man spæla Týr í Rock Band á Playstation, Xbox 360 og Nintendo Wii

MTV ætlar at geva øllum møguleika at leggja teirra tónleik í Rock Band spælið, ið fæst til Playstation 3 og Xbox 360. Hetta fer at henda umvegis MTV Networks, har ætlanin er at selja tónleikin til brúkarar fyri millum 50 cents og 3 dollarar, herav fær eigarin 30%. Les meira á Billboard.biz.

United Airlines fær høggið á YouTube

Ein guittarur varð blakaður millum menn, so at hann reyk í asfaltið og brotnaði, meðan eigari og onnur ferðandi sóu tað. United Airlines vildi ikki gjalda í eitt ár, til tað endaði sum musikk-video á netinum. Nú gjalda tey, og ætla at brúka videoina til innanhýsis skeið.

ASCAP vil hava pengar fyri tær YouTube videoir sum fólk leggja á sínar síður

Tey ætla gott nokk fyrst og fremst at fara eftir vinnuligum heimasíðum við eini ávísari stødd. Men tankin er tó, at eisini vit sum 'bara' brúka embed-kotuna á YouTube, eiga at gjalda fyri at nýta tónleik og líknandi hjá øðrum. Les gawker.com

Opera er tónleikur til hjartað

Klassiskur tónleikur verður longu brúktur aktivt á sjúkrahúsum (fyri ikki at tala um á sinnissjúkrahúsum :-). Men nú hava granskarar staðfest, at serliga operatónleikur er gott fyri hjartað, vegna síni støðugu skift millum títtan og seiglingan tónleik. Og tónleikur er eisini góður fyri fólk við slagtilfeldi: ""Music is holistic, but I hear time and again of stroke patients who suddenly are able to move in time to the music after previously being paralysed.". Les bbc.co.uk

JamLegend er eitt ókeypis Guitar Hero alternativ

Tú brúkar tastaturið sum guitar, og kann so spæla einsamallur ella ímóti øðrum spælarum á netinum. Viðmælt á MakeUseOf.com