Granskarar á Imperial College London hava mennt eitt tilfar sum teir ætla skal verða bæði skrokkur og elgoymsla í framtíðar elbilum og fartelefonum. Í fyrstuni sum ískoyti til battaríið, til at fáa longri driftstíð við sama battarí og minni vekt. Og møguliga einaferð í framtíðini, so at bilurin sjálvur er battaríið.
bilar
Ætla at fáa ein bil at koyra 1600 km/t
Verandi heimsmet er umleið 1250 km/t, men nú ætla nakrir bretar at fáa ein bil at koyra 1600 km/t. Við kulum kulum myndum av bilinum. Les timesonline.co.uk
Mercedes gevst við olju ár 2015
Tey ætla í staðin at framleiða bilarnar til at brúka alternativar orkukeldur sum ravmagn og biolju. Les autobloggreen.com
Heimsins bestu vegir til skjóta koyring
"Alligator Alley" í Florida vinnur her í greinini hjá Wired, fyri at vera beinur vegur við fáum kullum og lítlum ferðslueftirliti. Harnæst A81 í Týskalandi, og ekspressvegurin millum Mumbai og Pune í India. Les wired.com
Grátt er vandamiklasti bil-liturin
Gráir og silvurlittir bilar eru mest seldu bilar, sum tíverri eisini eru lutfalsliga oftast í ferðsluóhappum. Betri er at keypa sær ein hvítan bil, ella kanska enntá ein ljósagulan. Les fpn.dk
Tata keypir Jaguar og Land Rover
Kendu bretsku bilmerkini eru nú indisk. Les eb.dk
Diesel nú dýrari enn bensin í DK
Orsøkin er at bensingoymslurnar eru á tremur, samstundis sum trot er á diesel. Les eb.dk
Japanskir bilar eru mest álítandi
Fyrstu 12 bilar eru japanskir á 'álitisbarometrinum hjá' bretska tryggingarfelaginum Warranty Direct, yvir teir brúktu bilar sum krevja minst viðlíkahald. Hinvegin metir bilpriser.dk at Skoda ger teir mest økonomisku stationcar'arnar. Les eb.dk
Luftrikin bilur á veg til Ameriku
Zero Pollution Motors ætlar at byrja framleiðslu til amerikanska marknaðin seint í 2009 ella tíðliga í 2010. Talan er um ein bil sum brúkar trýstluft upp til 35 mph (56 km/t), og síðani brennievni til at hita upp luftina, so at hann kann koyra enn skjótari (og longri). Ein tangi av luft og 8 gallons (30 litrar) av bensin skuldi verið nokk til at koyra millum 800 og 1000 miles (1200 og 1600 km). Les popularmechanics.com
Casper Elgaard um bilspøl
Sær út til at spølini eru faktiskt ríkiliga realistisk í dag, til at teir kunnu venja seg til veruligu kappkoyringarnar á spælitelduni. Les eb.dk
Nýggjar viðmerkingar
2 dagar 3 tímar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
19 vikur 1 dagur síðani
23 vikur 6 dagar síðani
26 vikur 6 dagar síðani
32 vikur 2 dagar síðani
32 vikur 6 dagar síðani
33 vikur 5 dagar síðani
33 vikur 5 dagar síðani
35 vikur 4 tímar síðani