PC World listar her upp 13 hendingar sum tey halda hava verið tað pínligasta yvirhøvur á netinum. Sovorðið sum daman ið skar til listarligar ikki-pornografiskar myndir av sær sjálvari, men gloymdi at skipanin hjá henni vísti fram smámyndir av upprunaligu myndini, har man væl sá at hon sat toppleys. Ella tá ið CNN kom til at vísa fram klárgjørdar deyðsannonsur av fólki sum t.d. Fidel Castro, sum altso ikki vóru deyð enn. Ella tá ið Howard Dean misti presidentamøguleikan við at ganga agurk. Og 10 aðrar góðar søgur :-) Les pcworld.com
Ger viðmerking