Amerikanski Angel Nieves Diaz varð gjáranáttina avrættaður fyri at hava dripið ein stripp-klubba-eigara fyri 27 árum síðani. Men vegna onkra livrasjúku riggaði giftin ikki sum hon burdi, og tað tók tí 34 minuttir at drepa hann, harav hann hevði eyguni opin og flutti seg teir fyrstu 24 minuttirnar, heldur enn teir vanligu 3-5 minuttirnar. Les eb.dk
Florida drepur ikki meira
Einki er so ringt at tað ikki er gott fyri okkurt. Florida steðgar øllum avrættingum fram til mars mánaða komandi ár, vegna hesa hending. Kanska tey so uppdaga at tey liva fínt uttan regluligu avrættingarnar.
http://www.jp.dk/udland/artikel:aid=4140358/
Neyðloysn
Teir kundu einsvæl haft ein hamari, eina øks ella signal pistól í slíkum støðum :-S
í 34 minuttir ?
Tú kundi dripið eitt menniskja við naglaklippara, um tú hevði 34 minuttir.
Ger viðmerking