Brúkar Ísrael okkurt nýtt og drápiligt vápn ?

Ein palestinensiskur ambulansuførari fortelur her at hetta árið hevur verið ringasta nakrantíð, har fólk koma inn við undarligum uppbrendum stubbum og oftast doyggja. Hann varð at enda sjálvur skaddur, og hevur beinstubban at prógva tað við. Tey lokalu kallað nýggja vápnið fyri 'black dust', og Physicians for Human Rights metir at talan er um eitt vápn kallað D.I.M.E. sum amerikanarar testa til at kunna gera stóran skaða lokalt men ikki í umhvørvinum beint rundan um. Ísraelar avnokta at talan skal vera um hetta vápn. Les abcnews.com

Ger viðmerking

  • Loyvd HTML frámerki: <a> <em> <strong> <cite> <code> <ul> <ol> <li> <dl> <dt> <dd> <img> <object> <embed> <iframe> <script> <table> <tr> <td> <th>
  • Linjuskift og reglubrot verða sjálvvirkandi sett inn, tá ið tú skiftir reglu.
  • Heimasíðu- og teldupost-adressur verða sjálvvirkandi gjørd til leinki

Fleiri upplýsingar um sniðingarmøguleikar