Tað ljóðar sum ein vittigheit, men Dubai er við at brúka tað síðsta av tí sandi tey hava til taks. Tey pumpa nú sand upp úr havinum, og vænta at koma at brúka allan sandin í egnum sjóøki til nakrar kunstigar oyggjar. Vilja tey so seinni byggja meira afturat, noyðast tey at innflyta sandin. Les ing.dk
Sand kreppa
Tað ljóðar til at man kann selja sand í Sahara. Tað skal sigast, at munur er á sandi. Sandur má ikki verða ov fínur ella ov "skitin", tvs við ov lítið lutfall av kvarts, um hann skal brúkast til at byggja við. Oyðimørkir hava faktiskt nógv leir - eisini Sahara.
Á Mallorca eru tey noydd at innflyta sand til strendurnar frá meginlandinum. Tann náttúrligi sandurin á Mallorca, sum so ikki finst longur, bleiv skolaður uppá turt, men nú hava stormar tikið nógv at tí aftur.
Ger viðmerking