Microsoft almannakunngjørdi í gjár, at næstan fimta hvør innlegging av Windows vísir seg av vera piratkopi, sambært hesum nýggja 'Windows Genuine Advantage' tiltakinum hjá teimum, har fólk skulu skráseta sín lisens hjá Microsoft, um ikki hon skal halda uppat at virka. Meira spesifikt var tað 22.3 prosent av 512 milliónum innlegginum, ella eini 114 milliónir piratkopi. 56.000 valdu eftirfylgjandi at melda sína útgávu sum falsað vøra (altso onkur hevur roynt at selja teimum óekta Windows), sum gevur rætt til eina ókeypis útgávu av Windows. Les betanews.com
Ger viðmerking