Fólkatalið í Russandi er í fríum falli

Russland hevur sambært hesi grein mist 700.000 íbúgvar hvørt ár síðani Sovjetsamveldið kollapsaði í 1991. Einir 150 milliónir íbúgvar vóru í sjálvum Ruslandi tá; men nú er talið einans 142 milliónir, hóast nógvir russar eru fluttir heim so hvørt sum samveldið fór í smildur. Og nógvir doyggja av heimsins skjótast vaksandi AIDS-epidemi, tuberklum, alkohol- og rúsdrekkamisnýtslu, sjálvmorðum, dálking og vánaligum livikorum yvirhøvur. 100.000 fleiri børn verða aborteraði enn fødd. Um hendan støða ikki broytist, so verða tey einans 52 milliónir ár 2080. Les slashdot.org

Ger viðmerking

  • Loyvd HTML frámerki: <a> <em> <strong> <cite> <code> <ul> <ol> <li> <dl> <dt> <dd> <img> <object> <embed> <iframe> <script> <table> <tr> <td> <th>
  • Linjuskift og reglubrot verða sjálvvirkandi sett inn, tá ið tú skiftir reglu.
  • Heimasíðu- og teldupost-adressur verða sjálvvirkandi gjørd til leinki

Fleiri upplýsingar um sniðingarmøguleikar