Ja, nú kemur vónandi gongd á hesa síðu.
Ætlanin er, at meingi.com skal verða eitt stað har fólk lætt fáa víst til tilfeingi (~meingi) á internetinum, og har vit síðani saman skipa tilfarið skilagott. Tað skal altso verða upp til brúkararnar sjálvar, at atgera hvat sum skal á síðuna, hvat sum skal av aftur, og í hvørjari raðfylgju tilfarið skal vísast.
Um tú kennir heimasíðuna digg.com, so er prinsippið tað sama. Ein og hvør skal sum útgangspunkt kunna leggja tilfar á síðuna, og lesararnir avgera so hareftir, hvat sum endar t.d. á forsíðuna. Í løtuni við at geva tí atkvøðu sum tey halda vera áhugavert, men kanska seinni bara ífall tey hyggja at tí.
Í løtuni er lítið og einki á síðuni, fáir møguleikar, og sniðið er einki flott. Men skipanin aftanfyri hevur altso nærmast óendaligar møguleikar, og hetta útgangspunktið er tí meira fyri ikki at svølgja um ov nógv í senn. Fyrst skal tíðinda-mótulið fáast rigga, vit skulu royna hetta við blogg, forumið skal koma upp at koyra, og innsending av video skal fáast at rigga.
Seinni kann so alt møguligt annað koma afturat. Fyri at nevna nøkur fá ting sum skipanin kann, so hava vit longu liggjandi 'aftanfyri' mótul til myndir, ljóð, atkvøðugreiðslur, tíðindi uttan leinki til kelduna, og til at vísa tíðindi frá øðrum síðum. Har eru eisini fleiri onnur snið til síðuna, og vit kunnu skaffa okkum eina rúgvu afturat. T.d. ummælismótul, ella matuppskriftir, ella fílugoymslu, ella ...
So tak hetta fyrsta sum tað mest grunnleggjandi vit vilja bjóða. Føroysk tíðindi sum ensku á digg, eitt stað at finna áhugaverdar online-filmar, umframt nøkur amboð til at samskifta okkara ímillum. Tá ið hesi ting eru fingin at rigga 100%, so víðka vit beinanvegin við øðrum royndum :-)
Ger viðmerking