Belgiska Copiepresse hevur vunnið eitt sakarmál móti Google, um at Google hevur brotið copyright-rættin hjá nøkrum avísum sum Copiepresse verjir, við at vísa yvirskriftir og brot úr greinum á sínum síðum, sum belgisku avísirnar annars kravdu gjald fyri at síggja. Google metir seg hava hildið seg innanfyri lógina, tá ið tað kemur til lógliga endurgávu, men skal nú strika tilfarið innan 24 tímar, ella gjalda dagbøtur á $1.295 fyri hvønn dag eyka. Les theglobeandmail.com
Vóru upprunaliga ókeypis
OK, Lars K Jensen forklárar tað eitt sindur betur her á Ingeniøren. Belgisku greinirnar vóru fyrst ókeypis, og Google kundi tí uttan nakað indeksera (og goyma eitt avrit). Men tey taka tær síðani av heimasíðuni, og krevja eitt gjald fyri at hyggja í arkivið, og tað er so her at Google forbrýtur seg, við ikki eisini at fjala síðurnar aftur.
http://ing.dk/article/20070214/WEBLOG08/70214001/-1/rss-all
Ger viðmerking