So gott sum samstundis sum Microsoft lanserar Windows 7, kemur IBM nú út við sínum "IBM Client for Smart Work", ið er annaðhvørt Ubuntu ella Red Hat Linux við IBM útgávuni av Open Office, Symphony, Lotus Notes amboðum og líknandi. Málbólkurin er smærri fyritøkur sum gjarna vilja spara uppá lisensútreiðslurnar, og sum hava hug at royna hetta Linux, við IBM sum garanti fyri at pakkin so eisini kann brúkast. Les version2.dk
Ger viðmerking