Eyguni hjá okkum eru innrættað soleiðis, at vit fara frá litsjón til svart/hvíta sjón tá ið ljósstyrkin fer niður um eitt støði sum svarar til tá ið mánin er hálvur. Hetta so at allar kreftirnar verða brúktar uppá at síggja tað lítla sum vit nú einaferð kunnu síggja um náttina, enn at taka støðu til um tað nú er reytt ella blátt. Vísindafólk hava yvirhøvur hildið at øll djór sóu í svørt/hvítum tá ið tað var nógv myrkt, men nú er staðfest at okkurt slag av gekko og summarfugli sær litir eisini í myrkri. Og so er stóri spurningurin, um teir (vísindamennirnir) kunnu finna útav hvussu vit eisini kunnu koma til at síggja litirnar :-) Les ing.dk
Ger viðmerking