Kritiseraðu filmsinstruktør, og fingu bank í ringinum

Uwe Boll er ein filmsinstruktørur sum sambært hesi grein 'dugir alt uttan tað at gera filmar'. Hann ger horrorfilmar og filmar um telduspøl, sum fáa nørdarnar at rasa tí at hann t.d. flytir fíggindan frá at vera nazistar (Boll er týskari) til at vera rumenar. Well, hann er so ópopulerur at fólk lovaðu at geva honum bank og ein enntá keypti uweboll.com bara fyri at skriva 'halt uppat at gera filmar', har. So hann bjóðaði kritikarunum av, at boksa móti honum í Vancouver. Fýra vóru so býttir ikki at bíta merki í at Boll eisini hevur verið amatør-boksari. Les wired.com

Dystirnir á YouTube

Dystirnir kunnu síggjast her. Har úti til høgru eru eisini leinki til onnur brot frá boksingini og frá filmum hjá Uwe Boll.

http://www.youtube.com/watch?v=tqbVb-W7GqI

Ger viðmerking

  • Loyvd HTML frámerki: <a> <em> <strong> <cite> <code> <ul> <ol> <li> <dl> <dt> <dd> <img> <object> <embed> <iframe> <script> <table> <tr> <td> <th>
  • Linjuskift og reglubrot verða sjálvvirkandi sett inn, tá ið tú skiftir reglu.
  • Heimasíðu- og teldupost-adressur verða sjálvvirkandi gjørd til leinki

Fleiri upplýsingar um sniðingarmøguleikar