Meingi skiftir ham, til bloggu heldur enn digg-klon

Hendan heimasíða hevur til nú verið ein roynd at gera eina serføroyska tilvísingarskipan a la www.digg.com, har fólk kundu senda inn áhugaverd leinki, og restin so kundi raðfesta leinkini, alt eftir hvat sum var mest áhugavert. Men hetta hevur ongantíð ordiliga fingið flog, og vit fyrisitarar velja tí spakuliga at skifta til eina meira einfalda skipan, til betur at røkja tað sum hevur veruligan áhuga hjá lesarunum.

Tað sum hendir beint her og nú, er at tað ikki longur verður gjørligt hjá brúkarunum at leggja út postar av slagnum 'tíðindi' (sum eru hesi traditionellu her á meingi.com, har yvirskriftin vísir til høvuðskelduna). Í staðin mugu brúkararnir velja at skriva 'bloggupostar', har tað er meira frítt hvussu tú skrivar, og har vit fyrisitarar so velja, hvørjir postar skulu sleppa á forsíðuna.

Afturfyri verður latið upp fyri at leggja inn kotustubbar, sum teir sum krevjast til beinleiðis at kunna síggja YouTube filmsbrot og líknandi her á heimasíðuni. At skriva longri tíðindi enn tey sum núverandi skipan loyvir, og kanska við tíðini eisini at kunna senda upp myndir og tílíkt. Alt so at tað skal verða stuttligari at lesa tíðindi her á heimasíðuni.

Ger viðmerking

  • Loyvd HTML frámerki: <a> <em> <strong> <cite> <code> <ul> <ol> <li> <dl> <dt> <dd> <img> <object> <embed> <iframe> <script> <table> <tr> <td> <th>
  • Linjuskift og reglubrot verða sjálvvirkandi sett inn, tá ið tú skiftir reglu.
  • Heimasíðu- og teldupost-adressur verða sjálvvirkandi gjørd til leinki

Fleiri upplýsingar um sniðingarmøguleikar