Gordon Moore uppfann 'Moore's lóg' fyri 40 árum síðani, sum sigur at tættleikin av transistarum á einum telduchippi tvífaldast annaðhvørt ár (og teldurnar harvið gerast okkurt um tvífalt so sterkar, fáa dupult so stórt minni osfr, fyri hvørji 2 ár). Nú er tøknin eftirhondini so lítil, at hon av álvara nærkast at verða so lítil sum atom... og Moore sigur tí nú at 'lógin' hevur bara eini 10-20 ár at liva í afturat. Les techworld.com
Ger viðmerking