Veteranurin millum veteranarnir heldur áframm. 'Kickarin' Morten Andersen hevur verið yrkisleikari í NFL síðan 1982, men í 2004 fekk hann ikki endurnýggja sáttmálan við Minnesota Vikings, og kundi tí ikki taka metið frá Gary Anderson, ið eisini gavst tað árið. Meðan Gary valdi at fiska við flugum, hevur Morten vant í einari almennari park. 19. september sparkaði hann seg til ein nýggjan, eittára sáttmála hjá Atlanta Falcons, sum hann í 1999 var í Superbowl Finaluni við. Eftir restar hjá honum at taka 78 stig fyri at gerast tann mest skorandi spælari í NFL. Les tv2.dk
Filmur
Fær hann ein superbowl ring, vænti eg at teir gera ein film um hann.
Og so kláraði hann tað
Sambært Yahoo!News er hann nú mest skorandi spælari nakrantíð
http://news.yahoo.com/s/ap/20061217/ap_on_sp_fo_ne/fbn_andersen_scoring_...
Eisini flest field goals
Nú setti hann met við at hava scorað 593 fields goals tilsamans. Har má so vera onkur munur millum at scora og scora field goals.
http://www.jp.dk/sport/artikel:aid=4153934/
Morten Andersen hevur fingið sáttmála
Morten Andersen kann økja um metini, nú hann hevur fingið ein nýggjan sáttmála við Atlanta Falcons.
Ger viðmerking