Nú kanst tú ringja til alla verðina úr Gmail

Google hevur her í vikuni sett í verk eina Skype-líknandi telefontænastu í Gmail, so at til ber at ringja til fartelefonir og fastnetstelefonir um allan heim. Alt 2010 kostar tað einki at ringja til telefonir í USA og Kanada, og prísirnir aðrastaðni eru eisini avbera lágir, til dømis $0.02 ella umleið 12 oyru um minuttin at ringja til danska fastnetstelefon, og $0.19 ella umleið 1.11 krónu um minuttin at ringja til danska fartelefon. Til samanberingar eru standardprísirnir hjá Føroya Tele og Vodafone minst 1.45 krónu um minuttin at ringja úr Føroyum til danska fastnetstelefon, og minst 3.45 krónu um minuttin at ringja til danska fartelefon, pluss uppringingargjald.

Kostar 69 oyru um minuttin í Føroyum

Tað kostar 69 oyru um minuttin at ringja til fastnet telefon og 1.06 kr til fartelefon í Føroyum við Google Voice. Men tað er serliga uttanlanda samrøður, sum fyri føroyingar eru bílligar. Tað kostar til dømis 6.34 kr at tosa við eina danska fastnetstelefon í ein tíma. Ljóðgóðskan er, sum í Skype, í lagið. Umframt at ringja ókeypis til USA og Kanada eru aðrar hentleikar, so sum konferansu møguleikar, Google Voice á Android, Blackberry og iPhone, senda sms til email og umvent og fáa telefonboð teksta úr enskum, sponskum og øðrum málum.

Ger viðmerking

  • Loyvd HTML frámerki: <a> <em> <strong> <cite> <code> <ul> <ol> <li> <dl> <dt> <dd> <img> <object> <embed> <iframe> <script> <table> <tr> <td> <th>
  • Linjuskift og reglubrot verða sjálvvirkandi sett inn, tá ið tú skiftir reglu.
  • Heimasíðu- og teldupost-adressur verða sjálvvirkandi gjørd til leinki

Fleiri upplýsingar um sniðingarmøguleikar