Pínugranskarar á Aalborg Universitet hava gjørt sær eitt lítið torturkamar, har tey við hjálp av CAD/CAM kunnu máta hvussu nógva pínu tað gevur at fáa sýru undir húðina, blása ballónir upp í spísirørinum, senda heitt vatn gjøgnum vøddarnar og brenna húðina við lasaraljósi. Ella meira brúkiligt, at kunna máta akkurát hvar pínan er ringast hjá einum fólki við gikt í knænum, til at geva ta optimalu viðgerðina. Les ing.dk, har man eisini sær video av einum (frívilligum) journalisti sum fær húðina brenda.
Ger viðmerking