Um 'One Laptop per Child' verkætlanin hjá Nicholas Negroponte og teimum eydnast til fulnar, so fara 100 milliónir av hesum 100 dollara farteldunum at verða givnar børnum í menningarlondum, bara fyrsta árið. Hetta verður tann størsta útbreiðslan av éinum telduslag í søguni, og ábyrgdin viðvíkjandi trygd er tí ógvuslig. Børnini kunnu ikki væntast at taka tað so tungt við dagføringum osfr, og verkætlanin fær sær tí samband við m.a. heimsins bestu hackarar, til at fáa telduna so trygga sum gjørligt beinan vegin. Les eweek.com
$100 farteldan fer at kosta $200
Farteldurnar eru dýrkaðar, helst tí at prísurin á komponentum er farin upp og tí at eftirspurningurin á teimum bílligu farteldunum ikki er stórur.
Ger viðmerking