Plastiki um Kyrrahavið til at vísa á skrellið har

Bretski David De Rothschild og onnur megnaðu herfyri at sigla um Kyrrahavið í bátinum Plastiki, sum er gjørdur burtur úr 12500 plastfløskum. Hetta til at vísa á skrellið í høvunum, sum millum annað er atvøld til "The Great Pacific Garbage Patch", ið eitt eitt øki á stødd við í minsta lagi Texas, mitt í Kyrrahavinum, har skrell er allastaðni beint undir vatnskorpuni. Toymið vísir á heimasíðu síni á, at bara USA hevur blakað einar 8.7 milliardir plastfløskur burtur, hesar 4 mánaðirnar sum túrurin tók, ið er nóg mikið til at byggja 700.000 Plastiki-bátar við.

Ger viðmerking

  • Loyvd HTML frámerki: <a> <em> <strong> <cite> <code> <ul> <ol> <li> <dl> <dt> <dd> <img> <object> <embed> <iframe> <script> <table> <tr> <td> <th>
  • Linjuskift og reglubrot verða sjálvvirkandi sett inn, tá ið tú skiftir reglu.
  • Heimasíðu- og teldupost-adressur verða sjálvvirkandi gjørd til leinki

Fleiri upplýsingar um sniðingarmøguleikar