Skapa streym til fartelduna ella telefonina við einum yoyo-generator

'One Laptop Per Child' er sum fyrr nevnt her á heimasíðuni ein verkætlan við endamálið at gera eina teldu til børn í menningarlondum, sum tey kunnu brúka uttan streym ella breiðbandssamband, og sum helst ikki skal kosta meira enn 100 dollarar stykkið. Hóast teldan ikki er klár enn, so eru lutir til hana eftirhondini klárar at koyra á marknaðin, sum t.d. generatorurin til at løða hana við. 1 minuttur av háling í snórinum skuldi verið nokk til 25 minuttir av talutíð á fartelefonini, ella 230 minuttirs nýtslu av einum iPod Shuffle, ella 45 minuttir á einum Nintendo DS. Les engadget.com

Ger viðmerking

  • Loyvd HTML frámerki: <a> <em> <strong> <cite> <code> <ul> <ol> <li> <dl> <dt> <dd> <img> <object> <embed> <iframe> <script> <table> <tr> <td> <th>
  • Linjuskift og reglubrot verða sjálvvirkandi sett inn, tá ið tú skiftir reglu.
  • Heimasíðu- og teldupost-adressur verða sjálvvirkandi gjørd til leinki

Fleiri upplýsingar um sniðingarmøguleikar