Um ein mánaða ella so fer at bera til at keypa 100-dollara-fartelduna, sum Nicholas Negroponte og onnur hava mennt í verkætlanini 'One Laptop Per Child'. Men tær kosta altso fyribils 150 dollarar stykkið... og ein áhugaverd krúlla er, at um vit ríku ynskja okkum eina, so skulu vit keypa tvær... harav onnur verður givin einum barni í einum menningarlandi. Les bbc.co.uk
Eitt ÁR og ein mánaður
Tíverri, las skeivt... fyrstu teldur verða leveraðar til menningarlond í summar, men vit ríku sleppa fyrst at keypa í (fyrsta lagi fyrst í) 2008.
Nix, ikki vist at vit sleppa
Nú siga OLPC-fólkini sjálvi, at tey ikki planleggja at gera tað møguligt hjá okkum ríku at keypa telduna:
http://arstechnica.com/news.ars/post/20070110-8593.html
Ger viðmerking